Klaksvíkingar fingu í posa og sekk

10-mannafør: Sigurin í Sundalagnum var sannførandi

Teir klaksvíkgar, sum seinnapartin vóru í Gundadali og sóu KÍ vinna 1-0 ímóti B36 og so løgdu heimferðina soleiðis til rættis, at teir passaðu tað soleiðis, at teir vóru í Hvalvík, tá ið 6-mannaførini við monnum og 10-mannaførini róðu, hava í posa og sekk við sær til hús aftur.

 

Teir sóu Páll Fanga vinna, og prikkurin yvir i-num var, at teir sóu 10-mannafarið vinna sera tryggan sigur.

 

Klaksvíkingur stakk seg beinanvegin framum hinar bátarnar, og Klaksvíkingur var allan teinin fremstur. Norðingur royndi at hanga í, og Norðingur varðveitti allan teinin næstfremsta plássið. Men tað eydnaðist ikki Norðingi í dag at bjóða grannunum í Klaksvík av.

 

Tá ið teir fóru skúmandi fram ímóti málinum, var fjarstøðan frá Norðingi og fram til Klaksvíking ein bátslongd. Harvið hevur Klaksvíkingur lagt seg á odda í FM kappingini.

 

Havnarbáturin var ikki so langt aftanfyri Norðing, at møguleikin kann útihýsast fyrk, at kapping kann fara at verða um øll plássini, tí Eysturoyingur var ikki so nógv aftastur.

 

-

 

1Klaksvíkingur (KRF)04:38.24
2Norðingur (NHR)04:40.46
3Havnarbáturin (HR)04:42.37
4Eysturoyingur (NSÍ)04:44.24

 

stavnur.fo