Knørrur endurtók bragdið

8-mannafør: Hóast Argjabáturin aftur í dag var noyddur at lúta, so er hann framvegis FM favorittur

Tað var sama søga í kvøld, sum tað var fyri einari viku síðani, tá ið 8-mannaførini kappaðust í Klaksvík.

 

Fyri viku síðani var Argjabáturin fremstur stóran part av teininum, og í endaspurtinum eydnaðist tað akkurát Knørri hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn at taka FM favorittin.

 

Soleiðis var tað eisini í kvøld. Argjabáturin leyp avstað, og tað var heilt skjótt, at hann vann tað mesta av einari hálvari bátslongd. Knørrur svaraði skjótt aftur, og tá ið hálvt málið var farið, hevði tað longu verið javnt í einta løtu.

 

So vísti tað seg, at tøkini hjá Knørri munaðu betur, enn tey gjørdi hjá Argjabátinum, og sigurin hjá Knørri var meiri sannførandi í dag, enn hann var fyri einari viku síðani.

 

Hóast Knørrur vann trivaligan sigur í dag, og ivaleyst má metast at vera favorittur at vinna á ólavsøku, so er Argjabáturin stórur favorittur at vinna FM fyri 16. ferð.

 

 

 

1Knørrur05:06.45700
2Argjabáturin05:08.26600
3Gullbrandur05:10.26500
4Heiðabáturin05:14.16400
5Nevið Reyða05:16.38310

 

FM støðan

 

1 Argjabáturin    40

 

2 Knørrur             35

 

3 Gullbrandur     30

 

4 Heiðabáturin   27