Knørrur hevur fulla úrtøku

8-mannafør: Í dag var Argjabáturin um reppið at taka Knørr, sum framvegis eigur fulla úrtøku

Tað var øgiligur spenningur, tá ið 8-mannaførini í dag kappaðust í fínum róðrarlíkindum á Vágsfirði.

 

Knørrur hevði undan startskotinum fulla úrtøku, og Knørrur vann aftur í dag.

 

Men í dag var talan um øgiligan spenning. Argjabáturin bjóðaði av álvara av, og tá ið teir fóru um málið var munurin millum tveir teir fremstu bara ein lítil brotpartur av einum sekundi.

 

Miðvingurin var eina bátslongd aftanfyri Argjabátin, og Nevið Reyða var tað mesta av einari bátslongd aftanfyri Miðving.

 

 

 

1Knørrur (RK)04:43.05
2Argjabáturin (AR)04:43.22
3Miðvingur (MR)04:46.35
4Nevið Reyða (KRF)04:48.30