Knudsen til B36

Betri deildin menn: Aron Knudsen hevur skift frá NSÍ til B36

Aron Knudsen hevur skift frá NSÍ til B36. Tað boðar felagið frá í dag. Aron Knudsen hevur verið ein rímiliga týðandi spælari hjá NSÍ, men sat yvir við skaða ein stóran part seinnu hálvu í ár.

 

B36 vísir millum annað á, at tað var júst Aron Knudsen, sum skoraði í steypafinaluni í 2021, tá NSÍ og B36 spældu javnleik 1-1. B36 vann brotssparkskappingina.

 

B36 hevur ikki gjørt so nógv um seg, men nú er ferð komin á undirskriftirnar. Fyri kortum kom Silas Eyðsteinsson úr 07 Vestur og Michal D. Przybylski longdi sáttmálan. Undan honum hava Eli Falkvard Nielsen og Andrass Johansen longt sáttmálan við B36.