Leygarmorgunin 11. september kl. 8 fer Fjarhitafelagið at grava og spreingja í brekkuni í Jóannesar Paturssonar gøtu. Arbeiðið varir til fríggjadagin 24. september.
Av tí at talan er um arbeiði við stórum bilum og maskinum og um spreingiarbeiði, er tað bara Bussleiðin og arbeiðsakfør hjá Andriasi Berg, sum hava loyvi at koyra í brekkuni í J. Paturssonar gøtu í tíðarskeiðnum. Stongt er fyri allari aðrari ferðslu.
Brekkan verður fyrst og fremst stongd av trygdarávum, men eisini fyri at fáa arbeiðið munandi skjótari liðugt. Gev gætur, at grøna parkeringsøkið í brekkuni eisini er stongt alt tíðarskeiðið.
Arbeiðið hevur sostatt við sær, at:
- tað verður ikki loyvt øðrum enn bussleiðunum og arbeiðskoyring hjá arbeiðstakaranum, sum ger arbeiðið, at koyra vestur eftir Niels Winthers gøtu úr Steinatúni. Øll onnur ferðsla má tí antin fara oman eftir Tórsgøtu ellan niðan eftir Niels Finsens gøtu
- ferðslan ið kemur oman eftir Dalavegnum og Jóannesar Paturssonar gøtu má ikki koyra oman brekkuna til Steinatún - bilar skulu annaðhvørt fara eftir Heygsbreyt oman í býin ella snara til høgru út eftir Jóannesar Paturssonar gøtu og kunnu sleppa oman í býin umvegis Gríms Kambans gøtu
- ferðslan ið kemur oman eftir Tróndargøtu kann ikki snara til høgru niðan eftir J. Paturssonar gøtu
- stongt er fyri allari ferðslu á niðasta strekkinum á Dalavegnum millum Doktara Jakobsens gøtu og Jóannesar Paturssonar gøtu (við Kirkjugarðin á Svínaryggi)
- hetta merkir eisini, at grøna parkeringsøkið í brekkuni í J. Paturssonar gøtu er stongt, meðan arbeiðið fer fram, skrivar torshavn.fo, og har eru eisini góðráð og fleiri myndir at síggja.