Franski kokkurin á Polar Raaja, sum er skuldsettur fyri at varða av teirri stóru hashnøgdini, sum tollararnir í Havn funnu fyri jól, er sendur til Grønlands at verða rættarsøktur.
Leiðarin á Kriminaldeildini á Politistøðini í Havn, Bergleif Brimvík, sigur, at í samráð millum løgreglurnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark er maðurin sendur víðari til Grønlands. Tveir føroyskir politistar fylgdu manninum til Grønlands, har løgreglan í Nuuk tók yvir.
Grundin er tann, sigur Bergleif Brimvík, at einki er, sum bendir á annað, enn at hashið skuldi til Grønlands, og tí verður ikki hildið neyðugt at gera meira burtur úr her.
Tó sigur hann, at um so verður, at eitthvørt stingur seg upp, verða sjálvandi fleiri kanningar gjørdar í Føroyum, um tað verður neyðugt. Meira er málið ikki slept enn so.
Franski kokkurin varð varðhaldsfongslaður til tann 5. januar. Men tá vit tosaðu við Bergleif Brimvík mánamorgunin, visti hann ikki at siga, um fongslingin var longd í Grønlandi, meðan teir arbeiða víðari við málinum.
Ein grønlendingur, sum eisini var við skipinum, varð í Føroya Rætti til grundlógaravhoyring í samband við, at hashið varð funnið. Men hann varð leyslatin eftir rættarfundin.
Eisini tríggir føroyingar vóru við skipinum, tá tað kom til Havnar hendan minniliga túrin. Men teir vórðu beinanvegin, eftir avhoyringar hjá løgregluni, latnir leysir aftur. Har var einki, sum bendi á, at teir høvdu nakað sum helst við málið at gera.