KOKS bíðar ikki eftir Tórshavnar kommunu

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, sigur í almennari grein nýggjársaftan, at Tórshavnar kommuna ikki bíðar eftir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum í sambandi við málið um KOKS.

 

Tórshavnar kommuna fekk umsókn um prinsipielt byggiloyvi til KOKS 14. januar 2020. Síðan tá er málið alla tíðina viðgjørt við vælvild.

 

Fyri jól varð endurskoðanin av serstøku byggisamtyktini fyri Velbastað send Umhvørvis- og vinnumálaráðnum. Tað vil siga, at hon lá á borðinum hjá Magnusi Rasmussen, tá hann skrivaði hesa viðmerkingina.

 

03. januar 2022 kunnaði Umhvørvis- og vinnumálaráðið okkum um, at ráðið metir, at tað er ein principiellur spurningur, um bygdirnar skulu skipast við serstøkum byggisamtyktum.

 

Somuleiðis kunnar ráðið um, at málið ikki sum vanligt verður sent til Býarskipanarnevnd Landsins beinanvegin, hetta tí, at ráðið ynskir at umrøða spurningin innanhýsis fyrst.

 

Støðan er sostatt, at málið viðvíkjandi endurskoðanini av byggisamtyktini fyri Velbastað liggur hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, og bíða vit tí eftir teirra endaligu avgerð.

 

Viðvíkjandi yvirfriðingarnevndini, so hava vit 04. januar 2022 fingið skriv sendandi frá nevndini, har kunnað verður um, at nevndin ikki tekur málið viðvíkjandi byggisamtyktini upp sum ætlað hósdagin 13. januar 2022.

 

Orsøkin er, at tey meta, at fyrispurningurin um at friða Fossdalsgjógv, byggisamtyktin og sjálvt byggimálið, øll skulu avgreiðast í einum.

 

Hetta merkir sostatt, at kommunan og umsøkjarin (KOKS) ikki heldur fær endaliga váttan frá Yvirfriðingarnevndini fyribils.

 

Tað er rætt, tá Magnus Rasmussen sigur, at hann ikki hevur ávirkan á arbeiðið hjá Yvirfriðingarnevndini. Men Tórshavnar kommuna og KOKS bíða framvegis eftir eini endaligari avgerð frá Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum.

 

Heðin Mortensen

 

borgarstjóri