Matstovan KOKS liggur í Tórshavnar kommunu, men kjallurin liggur í Kvívíkar kommunu. Virksemið hjá KOKS er altso í tveimum kommunum í roynd og veru. Tí hevur Kvívíkar kommuna eisini fingið umsóknina um at leingja loyvið hjá KOKS til ummælis. Og í Kvívík vilja tey fegin hava føroysku Michelin-matstovuna at halda fram.
- Vit hava einki ímóti, at matstovuvirksemi er Frammi við Gjónna, og tað hava vit fleiri ferðir sagt. Vit eru sera jalig, sigur Heri Müller, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu.
Hann skilir ikki grundgevingarnar hjá Yvirfriðingarnevndini, og hann skilir als ikki støðuna hjá Sílaveiðufelagnum, sum stúrir fyri einari ókendari dálking í økinum.
- KOKS hevur gjørt alt, tey kunnu, fyri ikki at dálka. Og vit í kommununi hava ongantíð merkt nakað til nakað svínarí av nøkrum slag, sigur borgarstjórin.
Hann heldur tvørturímóti, at KOKS tryggjar trivnað í náttúruni.
- At matstovan er har er eitt fantastiskt høvi til Føroya fólk og ferðafólk at síggja vøkru náttúruna, sum vit hava, sigur Heri Müller.
- Vit halda heilt sikkurt, at KOKS skal sleppa at halda fram. Tað er øgiliga spell, um tey mugu flyta.