Kom bara inn!

Í gjárkvøldið varð boðið inn til frumframførslu av einrøðuleikinum, Kom bara inn, eg skal ikki gráta. Leikurin varð framførdur í Auluni í Finsen.

Orð og myndir: Dávur Winther

Tað er klaksvíkingurin, Jógvan Andrias Joensen, sum í leiki, upplestri og sangi greiddi frá hvussu hálvtriðja ára viðgerð av mjadnafeili hansara, sum bert trý ára gamal – einsamallur á Refsnæs Kysthospital nærhendis Kalundborg, hevði sett djúp spor eftir seg.

 

Tað var ein rættiliga bersøgin frásøgn og hugleiðing. Jógvan las upp úr jounalum, hann hevði funnið um seg og sjukragongdina. Sum trý ára gamal fekk hann ikki rættiliga stigið til og varð tí kannaður á Landssjúkrahúsinum av Sannu Dahl, yvirlækna, sum staðfesti, at helst var talan um Calve Perthes, har mjadnarhøvd ikki veksur, sum tað skal vegna niðursett blóðrensl.

 

Jógvan Andrias verður tí sendur til nærri kanningar á Refsnæs Kysthospital við tí fyri eyga at fáa neyðuga viðgerð. Har verður staðfest, at so er, sum Sanna hevur hildið, og mælt verður til viðgerð í fyrsta lagi 7 x 6 vikur í strekk við hvíld ímillum viðgerðirnar á 14 dagar. Bundin í eini song.

 

Endin varð, at Jógvan var í viðgerð og til endurvenjingar í tilsamans tvey og eitt hálvt ár. Hesa tíðina, sá hann at kalla ongan, hann kendi annað enn mammu sína, sum vitjaði hann tvær ferðir.

 

Tá ið Jógvan Andrias fór avstað sum trý ára gamal, var hann komin á lagið at snakka føroyskt. Tá ið hann kom niður, skilti hann ikki fólkini á hospitalinum, og tey ikki hann. Síðani lærdi hann danskt, men tá ið hann kom aftur til Klaksvikar, skilti og dugdi hann ikki føroyskt.

 

Sanna Dahl, sum var ein virdur lækni og granskari, fekk rósandi orð frá Jógvan, og at hon av og á hevði kunnað foreldrini um gongdina á flatlondum, at tað gekk framá, eins og at drongurin var fittur, sum tað bleiv sagt hagani.

 

Man visti ikki betri, soleiðis var tað tá, hatta var vanligt, ikki vert at tosa um. Soleiðis hevur verið tikið til síðani í nógvum líknandi føri við traumatiskum upplivingum, ið fremja mein á sálina. Her gekk viðgerðin fram um alla námsfrøði-, sálarfrøði- og sosiala hugsan.

 

Tá ið Jógvan Andrias kom aftur, skuldi hann læra føroyskt, menna sín samleika av nýggjum, knýta bond til foreldrini, hann neyvan kendi, finna vinarløg, hann einki visti um ella kendi til. Kundi hann hava álit á hesum fólkunum? Hann hevði nógv ymiskt í viðføri, sum gjørdi leiðina og menningina tunga.

 

Men drongurin hevði ilt í sálini, og snýr leikurin seg um hvussu høvuðsleikarin hevði trilvað seg fram við fótbólti, yrkingum, sangi, at vera góður nokk, hava álit og hvussu man gerst eitt marglitt menniskja, ið hongur saman eftir slíka viðgerð, bundin at eini song í tvey og eitt hálvt ár í útlegt, har eingin kend fólk eru kring hann - Og eftir at vera komin heim, bert at vera saman við mammu síni í átta ár, tá ið hon doyðið av sjúku.

 

Rámandi leikur

 

Talan er ein bersøgnan og rámandi leik. Tað er ikki vanligt at lesa upp úr síni sjúkrajournal fyri fólki av gøtuni, men er hetta helst ein partur av lekidóminum hjá Jógvani Andrias Joensen, sum bar leikin væl.

 

Eg kundi hildið fram at skriva og fortalt, tí her er so nógv at fara eftir, men ger tær tann beina at síggja leikin. Leikurin er ein skakandi søga, ið krevur sterkar hyggjarar. Men av tí at lisið verður úr fakta og av sannroyndum, so er hetta betri enn fiktión, hóast sannleikin oftani er illa lýddur og kann líkjast fiktión.

 

Fleiri, sum hava verið í líknandi støðum, hava tíverri ikki fótað sær so væl, sum Jógvan. Jógvan Andrias torir at oysa av sínum óskiljandi royndum - væl torað og gagnligt!

 

Heitið á leikinum, Kom bara inn, eg skal ikki gráta, kemur frá, einaferð mamman og pápin skulu vitja hann, men av smittuvanda fáa at vitja, at tey bert skulu hyggja inn gjøgnum kúgveygað í hurðini á sjúkrastovuni. Hetta sær Jógvan tó, og skilir ikki, hví tey ikki koma inn – “Kom bara inn, eg skal ikki gráta”, settist hann at rópa, í vissuni um, at tey so koman inn. Men einki hjálpti...

 

Einkul pallmynd, sum um somu leið var heima í stovuni hjá Jógvani og so eisini á sjúkrastovuni. Edvard Nyholm Debes hevði sett saman eina hepna ljós- og ljóðmynd til leikin, eins og teir báðir sungu og spældu onkur løg saman hjá Jógvani Andrias.

 

Ria Tórgarð hevur tillagað leikritið, verið leikstjóri og gjørt pallmyndina – hetta er hennara styrki, sum sæst aftur í leikinum.

 

Henda leikin mást tú síggja, tó at hann ikki er fyri sartar sálir. Takk fyri Jógvan Andrias!

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##

 

##med23##

 

##med24##

 

##med25##

 

##med26##

 

##med27##

 

##med28##

 

##med29##

 

##med30##

 

 

 

Orð og myndir: Dávur Winther