Hetta fer at fáa alvorligar avleiðingar fyri tað føroyska tónleikalívið, um hetta gerst til veruleika. Taka vit til dømis Prix 99 undanumførini, so gjørdist Kjølar nr. 1 og Flux nr. 2 í tí fyrsta umfarinum, sum var á Tvør-oyri. Um vit skulu ganga eftir tí nýggja mátanum, so hevði Flux ikki verið komnir í finaluna, og harvið bert verið ein døgnfluga í føroyskum tónleikahøpi. Um vit tonkja uppá júst hetta umfarið, so var tað Flux, sum hevði eitt tað størsta hittið hetta árið, við Mr. Headless, meðan Kjølar ongantíð rættiliga hittaði.
Taka vit annað umfarið, ið var í Miðvági gjørdist støðan tann, at Clickhaze gjørdist nr. 1 og Mc Hár nr. 2. Hyggja vit nærri at hesum umfarinum, so kunnu vit siga, at í sjálvari finaluni gjørdi Clickhaze, sum var nr. 1 í innleiðandi umfarinum, seg ikki galdandi mill-um tríggjar teir bestu bólkarnar í finaluni, men tað gjørdi Mc Hár, sum gjørdist nr. 2 í innleiðandi umfarinum har afturímóti. Mc Hár gjørdist nr. 3 í finaluni og var lagið »Murder#1« hjá Mc Hár sera væl umtókt.
Triðja umfarið er ikki so nógv at siga um, uttan at vit høgdu mist Visible Fish har, men taka vit fjórða umfarið, har ið Taxi gjørdist nr. 1 og Tangz nr. 2, so síggja vit, at um dystast verður eftir tí nýggju skipanini, so høvdu vit verið Tangz, ið hevur verið ein tann best umtókti bólkurin seinastu tíðina, fátækari.
Meiningin við tí nýggja mátanum er, at hækka støðið! Persónliga dugi eg ikki at síggja, hvussu støðið skal hækka, heldur beint øvugt. Um Prix fyrireikararnir fyritrekkja, at vera fyri uttan Mr Headless og Flux, Mc Hár sum endaðu á triðja plássi í finaluni, Visible Fish og at enda Einglanna Hav og Tangz. So eru teir á rættari leið, men hjá einum hvørjum tónleikara og tónleikaáhugaðum eigur ein klokka at ringja og siga, at hetta er eitt láturligt system. Við vón um, at fyriskiparnir tonkja yvir støðuna og síðani rætta uppá sínar feilir.