Kommunan hevur einki við springaradrápið at gera

Tórbjørn Jacobsen veit ikki, hví spik frá springaradrápinum í Skálafirði rekur á Havnarvág í morgun

Bæði á Eystaruvág og á Vestaruvág fleyt nógv springaraspik í morgun

– Runavíkar kommuna hevur ikki á nakran hátt verið partur av springaradrápinum sunnukvøldið. Vit eru ikki ein gong spurd, um vit vilja hava heimapartar.

 

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, tá vit spyrja hann, hvussu upptakið hevur verið eftir springaradrápið.

 

– Eg veit satt at siga ikki, hvør stýrir hesum, sigur Tórbjørn Jacobsen.

 

– Eingin veit heldur, hvar hesir springararnir eru farnir, teir eru bara farnir onkustaðni, sigur hann.

 

Tórbjørn Jacobsen sigur, at tá talan er um grind, so er tað kommunan, sum tekur upp eftir grindadráp. Tvær hvalvágir eru í kommununi, Skálafjørður og Funningsfjørður.

 

Hann vísir annars til vegformannin hjá Runavíkar kommunu og til grindaformenninar. Men eingin teirra tekur telefonina.

 

##med2##

 

Bæði á Eystaruvág og á Vestaruvág fleyt nógv springaraspik í morgun

Beint undir vindeyganum á skrivstovuni hjá løgmanni fleyt nógv spik í morgun