Tað er ikki ein sjálvfylgja at fáa reint vatn úr krananum, um tú býrt í Tvøroyrar Kommunu. Trupulleikin er ikki nýggjur, og nú rópar kommunulæknin í býnum varskó. Arnhold Olavsson Jensen heitir beinleiðis á fólk á Tvøroyri um at ansa sær, áðrenn tey fáa sær ein vatnsopa.
- Vatnið er ikki egnað til drekkivatn. Soleiðis sum vatnið sær út, má tað vera heilsuskaðiligt.
Tað skrivar Arnhold Olavsson Jensen í almennari fráboðan á Facebook. Fráboðanina hevur kommunulæknin sent út á Facebookbólkin, sum eitur Tvøroyri. Har ávarar hann fólk ímóti at drekka vatnið.
- Skitið drekkivatn sum hetta kann geva alskins sjúkur, og tí vil eg biðja allar borgarar í kommununi ansa sær, skrivar Arnhold Olavsson Jensen, sum biður borgarar í býnum um at heita á Tvøroyrar Kommunu um at fáa gjørt nakað við trupulleikan sum skjótast, áðrenn tað fær álvarsligar fylgjur.
Arnhold Olavsson Jensen ynskir ikki at útgreina sína útsøgn á Facebookbólkinum stórvegis. Men hann stendur við tað, ið hann hevur skrivað, og er púra sannførdur um, at vatnið er heilsuskaðiligt. Serliga eru tað fólk við niðursettari immunverju, sum kunnu koma rættuliga illa fyri av at drekka skitið vatn.
Kommunulæknin vísir á, at bakteriur í vatninum kunnu elva til búksjúku, blóðforgiftning og deyða.
Spurdur, um hann sum kommunulækni hevur upplivað støður, har fólk eru vorðin sjúk av at drekka vatnið á Tvøroyri, dregur Arnhold Olavsson Jensen eitt sindur á. Hann vísir á, at tað kann vera ringt at siga, júst hvør orsøkin er til at fólk hava ringan maga. Um tað júst er av vatninum ella onkrum øðrum.
Men sum kommunulækni metir hann tað sum sína skyldu at ávara fólk á Tvøroyri. Í fráboðan á Facebookbólkinum fyri Tvøroyri skrivar Arnhold Olavsson Jensen millum annað:
- Nú havi eg sum lækni her á staðnum ávarað ímóti hesi vandastøðu og tí er tað nú upp til tykkum sum manna býráðið at gera nakað vid hetta, ella mugu tit liva vid avleiðingunum av einki at gera.
Ásannar trupulleikan
Sambært kommunulæknanum í býnum er ikki talan um eina nýggja støðu. Trupulleikin við skitna vatninum er afturvendandi, og kommunan ger lítið og einki við støðuna.
Borgarstjórin tekur undir við fyrra uppáhaldinum, men vil ikki rættuliga kennast við tað seinna.
- Tað er púra rætt, sum kommunulæknin sigur. Drekkivatnið er ikki ílagi, ásannar Kristin Michelsen.
Men støðan verður tikin í størsta álvara, sambært borgarstjóranum.
- Tekniska nevnd hevur fund um málið í dag. Vit skulu finna eina loysn. So tí haldi eg ikki, at kommunulæknin tosar fyri deyvum oyrum, sigur Kristin Michelsen.
Borgarstjórin vísir á, at Tvøroyrar Kommuna hevur havt ábyrgdina av øllum drekkivatninum í kommununi síðani 2007. Og hesi árini hevur kommunan roynt at fáa viðurskiftini í rættlag. Men enn er ikki komið á mál.
- Trupulleikin er, at kommunan klárar bara at reinsa ein part av vatninum í býnum, meðan partar av býnum framvegis ikki fáa reinsað vatn, ásannar Kristin Michelsen.
Sambært borgarstjóranum eru tað okkurt um 100 húski í kommununi, sum ikki fáa reinsað vatn. Tilsamans eru um 700 húski á Tvøroyri.
Vinnulívið
Kristin Michelsen vísir á, at síðsta árið er virksemið á havnalagnum á Tvøroyri nógv økt. Fyrst og fremst sipar hann til Varðan Pelagic, men eisini annað fiskaarbeiði krevur nógv vatn.
- Kommunan hevur valt at raðfesta vinnulívið á havnalagnum rættiliga frammalaga. Vit kunnu ikki veita virkjunum í kommununi skitið vatn, sigur Kristin Michelsen.
Borgarstjórin vil tó ikki vera við, at kommunan raðfestir vinnulívið hægri enn sínar borgarar.
- Nei, tað vil eg ikki siga. Vit viðfara øll eins, sigur Kristin Michelsen.
Hann ásannar tó, at í løtuni fáa øll á Tvøroyri ikki somu, grundleggjandi tænastu frá síni kommunu. Øll fáa ikki reint vatn.
- Ja, tað er rætt, og tað verður arbeitt við at bøta um støðuna, sigur Kristin Michelsen.
Sambært borgarstjóranum er talan um, at verandi reinsiverk verður útbygt, og harumframt ætlar kommunan at keypa eitt nýtt reinsiverk til vestara partin av kommununi.
- Men vit mugu eisini hava eina akuttloysn, tí málið skal loysast, sigur Kristin Michelsen avgjørdur.
Borgarstjórin vil tó ikki seta dato á, nær allir borgarar í Tvøroyrar Kommunu kunnu rokna við at fáa reint drekkivatn.
- Nei, tað dugi eg ikki at siga. Men tað verður í ár, er tað nærmasta, ið Kristin Michelsen fæst eini tíðarætlan.
Tekniska nevnd hjá Tvøroyrar Kommunu hevur sum áður nevnt fund um málið í dag, og eftir tann fundin væntar borgarstjórin at vita meira.
Leystliga roknar Kristin Michelsen við at tað fer at kosta onkustaðni millum tvær og tríggjar milliónir krónur at tryggja øllum reint vatn. Men íløgan skal gerast, staðfestir hann.
Áðrenn tað verður gjørt, so eru ráðini frá borgarstjóranum til borgarar á Tvøroyri framvegis, at vatnið úr krananum má kókast.
Kommunulæknin í býnum heldur lítið um støðuna.
- Hetta er í besta føri uttan virðing fyri borgaran og í ringasta føri beinleiðis vandamikið fyri onkran. Skilji ikki at kommunan kann leggja so lítið í borgaran. Antin er talan er um væntandi vilja frá kommu-nuni ella væntandi førleika.
Veit ikki hvat er verri. Eg havi roynt at tosa við øll í kommununi, men eingin leggur í, skrivar Arnhold Olavsson Jensen í Facebook bólkinum Tvøroyri.
Kommunulæknin ynskir sum áður nevnt ikki at útgreina, hvat hann meinar við. Men Arnhold Olavsson Jensen váttar tó, at hann í fleiri umførum hevur gjørt kommununa varuga við støðuna við skitna drekkivatninum.
- Eg tími ikki at siga meira um hatta málið. Eg havi gjørt varug við støðuna, og eg standi við tað, sum eg havi skrivað, sigur Arnhold Olavsson Jensen.