Kommunulæknar í Suðuroy í undantaksstøðu

Komandi 14 dagarnar er bara ein kommunulækni í Suðuroynni.

Komandi 14 dagarnar er bara ein kommunulækni í Suðuroynni og førir hetta við sær, at tað sannlíkt verður dagar, har tað er ávís bíðitíð og truplari at fáa fatur í kommunulæknaskipanini enn vanligt, veit sudurras.fo at siga.

 

Dorrit Bech Joensen, kommunulækni, er komandi 14 dagarnar einsamallur kommunulækni í Suðuroynni og er tískil bara viðtala á Heilsumiðstøðini í Vági. Heilsumiðstøðin í Vági hevur tlf. 663020 har tíð kann bíleggjast millum kl. 8 og kl. 11. Tilber eisini at bíleggja tíð á heimasíðuni https://vagur.fo/laknar

 

Dorrit Bech Joensen, kommunulækni, sigur, at tey vóna at fólk skilja støðuna og at komandi 14 dagarnar verður tænastan merkt av, at bara ein kommunulækni er í Suðuroynni, skrivar Suðurrás.