Klaksvíkar kommuna og Viðareiðis kommuna eru ósamdar um, hvør skal gjalda fyri eitt eldri fólk av Viðareiði, sum býr á sambýlinum á Heygnum í Klaksvík.
Klaksvíkar kommuna tók stig til byggingina av sambýlinum og eldraíbúðunum, sum eisini eru í grannalagnum, og Klaksvíkar kommuna heldur, at Viðareiðis kommuna eigur at gjalda ein part av gjaldinum fyri fólkið av Viðareiði.
Vanliga gjalda fólk sjálvi eitt ávíst gjald fyri at búgva á sambýlinum, og restina av kostnaðinum stendur Klaksvíkar kommuna fyri.
Viðareiðis kommuna heldur, at eldraøkið er ein landsuppgáva, og tí skal rokningin sendast til landsmyndugleikarnar.
Gera mannagongd
Sosiala nevnd hjá Klaksvíkar kommunu hevur viðgjørt málið, og har hava tey gjørt av, at fastar mannagongdir skulu gerast fyri, hvussu tað skal farast fram, tá ið eldri fólk úr øðrum kommunum fáa pláss í Klaksvíkar kommunu.
Vit hava havt fólk úr øðrum kommunum enn Viðareiðis kommunu á sambýli í Klaksvík, og tá hevur eingin trupulleiki verið. Nú hevur eitt ítøkiligt mál stungið seg upp, har kommunurnar eru ósamdar, og so halda vit, at tað er best at gera greiðar mannagongdir á økinum, sigur Jórun Høgnesen, forkvinna í Sosialu nevnd hjá Klaksvíkar kommunu.
Harvið verða treytirnar fyri plássum á eitt nú sambýli í Klaksvíkar kommunu gjørdar púra greiðar fyri øðrum kommunum, áðrenn fólkini sleppa inn.
Verður búgvandi
Sosiala nevnd hjá Klaksvíkar kommunu ætlar sær at taka ein fund við Viðareiðis kommunu um málið, men tað stendur púra fast, at fólkið av Viðareiði sleppur framhaldandi at búgva á Sambýlinum á Heygnum.
Vit fara als ikki at órógva fólkið ella tey avvarðandi, og eingin verður koyrdur út. Men tað er best fyri bæði okkum og aðrar kommunur, at treytirnar fyri hesum plássum eru greiðar, og tí skulu vit gera eina mannagongd, sigur Jórun Høgnesen, forkvinna í Sosialu nevnd.