Tað er ikki skynsamt at gera Kommunuskúlan aftur til skúla.
Tað heldur ein arbeiðsbólkur hjá Tórshavnar Býráði, sum hevur kannað skúlaviðurskiftini í Havn.
Tað er umsitingin hjá Tórshavnar Býráð hevur kannað tørvin á skúlum í Havnini í framtíðini og samstundis hevur umsitingin gjørt nøkur tilmæli um, hvussu skúlarnir skulu skipast í Havn tey næstu 30 árini.
Í høvuðsheitum hevur arbeiðsbólkurin tvey tilmæli um, hvussu skúlabygningurin í kommununi skal verða.
Eftir báðum tilmælunum, verður víst á, at lutfalsliga eru tað so fá børn í miðbýnum, at tað skynsamasta er at niðurleggja Kommunuskúlan. Annars verður mett, at tað fer at kosta 120 milliónir at gera hann aftur til skúla.
Samstundis skal Nám X flytast úr Eysturskúlanum, antin inn í sjálvt hjartað í Havnini, ella út á Argja skúla.
Harafturat er tað ein partur í hesum báðum tilmælunum, at ein nýggjur Vesturskúli verður bygdur í Vesturbýnum.
Bæði tilmælini leggja eisini upp til, at næmingarnir úr teimum smáu bygdaskúlunum, og úr Frískúlanum við Hoyvíkstjørn, fara í Eysturskúlan, tá teir skulu í 8. flokk.
Í dag eru pláss fyri 14 sporum frá 1. til 7. flokk í teimum skúlum, sum eru, men arbeiðsbólkurin er komin eftir, at framyvir verður bara brúk fyri 12 sporum frá 1. til 7. flokk og 13 sporum í 8. Og 9. flokki, fyri at gagnnýta játtanina sum best.
Tað merkir, at ein tvey sporaður fólkaskúli frá 1. til 7. flokk kann takast úr bygnaðinum og tað er í sjálvum miðstaðarøkinum, sigur Arbeiðsbólkurin.
Hann mælir eisini til, at fleiri næmingar enn higartil úr vesturbýnum skulu ganga í skúla á Argjahamri til tess at fullnýta høliskapasitetin har, tí har er pláss fyri nógv fleiri næmingum. Samstundis mælir arbeiðsbólkurin til, at Venjingarskúlin verður seldur.
Umframt tey bæði tilmælini, arbeiðsbólkurin heldur tæna endamálinum best, eru eisini tvey onnur tilmæli og í øðrum av teimum er eisini Kommunuskúlin ein partur.
Legga skúlar saman
Eftir øðrum tilmælinum verða tvey spor í Eysturskúlanum frá forskúla til 7. flokk og trý spor í 8. og 9. flokki.
- Samstundis skal Nám X flyta úr Eysturskúlanum út í Argja skúla.
- Við hesum verður eisini pláss fyri tveimum sporum til frítíðarskúla til forskúla, 1. og 2. flokk í Eysturskúlanum.
Hinvegin verða Kommunuskúlin og Sankta Frans Skúli lagdir saman í ein Miðbýarskúla, sum verður í Sankta Frans skúla og í Kongagøtu.
- Miðbýarskúlin verður ein tvey sporaður skúli frá forskúla til 7. flokk. Smábarnaskúlin í Kongagøtu kann vera til forskúla til 2. flokk, men hinir flokkarnir verða so í Sankta Frans skúla.
Arbeiðsbólkurin sigur, at við hesi skipanini verður pláss fyri frítíðarskúla til forskúla til 2. flokk í Miðbýarskúlanum, men tó verður neyðugt at dagføra hølini til frítíðarskúla.
Harafturat verður Vesturskúlin ein tvey sporaður skúli frá forskúla til 7. flokk, og fýra sporaður í 8. og 9. flokki.
Samstundis skulu mæmingar úr Miðbýarskúlanum fara í 8. flokk í Vesturskúlanum.
Arbeiðsbólkin heldur, at tað er avgerðandi, at Vesturskúlin verður bygdur soleiðis, at tað ber til at byggja hann út, skuldi fólkatalið aftur farið at vaksa.
Bólkurin sigur, at fyrimunirnir við hesi skúlaskipanini eru:
- Allir miðstaðarskúlarnir hava forskúla í skúlanum.
- Allir miðstaðarskúlarnir hava frítíðarskúla til forskúla til 2. flokk í skúlanum,
- 8. og 9. flokkur verða skipaðir í tríggjar og fýra flokkar og tað gevur størri møguleika fyri fleiri vallærugreinum og betri fakligum umhvørvi.
- Vesturskúlin kann byggjast út við einum spori um tørvur er á størri skúlabygnaði, enn framrokningin vísir. Tað ber ikki eins væl til í øðrum skúlum.
Hinvegin er vansin tann, at Miðbýarskúlin verður ikki í einum skúlabygningi. Tó kann forskúli til 2. flokk skipast fyri seg, og hinir flokkarnir fyri seg.
Lív í Miðbýin
Eftir hinum uppskotinum verður Nám X flutt úr Eysturskúlanum inn í Miðbýin í skúlan í Kongagøtu.
Nám X verður sostatt ein miðbýarskúli, sum skal halda til í smábarnaskúlanum í Kongagøtu og í Gamla Realskúlanum.
- Haraftrat verður bygdur ein nýggjur bygningur í garðinum hjá Frk. Cohr til fakhøli og verkstøð.
Arbeiðsbólkurin heldur, at tað fer at seta sín dám á miðbýin.
- Her er talan um 175-200 hálvvaksnir næmingar, sum síggjast aftur í býarmyndini.
Arbeiðsbólkurin vísir eisini á, at í miðbýnum liggur skúlin høgliga fyri, tá ið hugsað verður um bókasavn, leikhús, spælistøð, fyritøkur, stovnar o.s.fr.
- Teirra skúladagur er eisini meira uttanfyri sjálvan skúlan, staðfestur arbeiðsbólkurin.
Annars verða tvey spor í Eysturskúlanum frá forskúla til 7. flokk og trý spor í 8. og 9. flokki. Av tí, at Nám X flytur verður eisini pláss fyri tveimum sporum til frítíðarskúla til forskúla, 1. og 2. flokk í Eysturskúlanum.
Í miðbýnum verður Sankta Frans skúli. Har verður eingin broyting, tí hann verður framvegis ein tvey sporaður skúli frá forskúla til 7. flokk, og frítíðarskúli til forskúlan verður framvegis í skúlanum.
Vesturskúlin verður tvey sporaður frá forskúla til 7. flokk, og fýra sporaður í 8. og 9. flokki. Næmingar úr Sankta Frans skúla fara í 8. flokk í Vestuskúlan.
Arbeiðsbólkurin staðfestur, at við hesum fær Eysturskúlin fær pláss bæði fyri forskúla og frítíðarskúla frá forskúla til 2. flokk.
Harafturat verða 8. og 9. flokkur í trimum og fýra flokkar og tað gevur størri møguleika fyri fleiri vallærugreinum og betri fakligum umhvørvi
Verður tørvur á tí, kann Vesturskúlin somuleiðis byggjast út við einum spori og tað ber ikki líka væl til í øðrum skúlum.
Hinvegin er vansin við hesi loysnini, at Sankta Frans skúli hevur ikki frítíðarskúla til 1. og 2. flokk, sigur arbeiðsbólkurin.
LES EISINI:Kostar yvir 200 milliónir