Kommunuval í Danmark: Valið avgreitt í fyrstu kommununum

Í fleiri kommunum í Danmark hevur ein flokkur fingið meiriluta einsamallur, og tí ber longu til at seta navn á borgarstjóran.

(Foto: Stefan Sommer Jagd/Ritzau Scanpix)

Teir fyrstu donsku borgarstjórasessirnir eru við at verða mannaðir, tó at bara 28 av teimum 98 kommununum eru taldar.

Tað verður mett sum vist, at Vinstra-borgarstjórin í Morsø Kommunu, Hans Ejner Bertelsen, heldur fram, tí flokkurin varðveitti avgjørda meirilutan.

Eisini borgarstjórarnir í Lemvig, Lyngy-Taarbæk, Gentofte og Nyborg hava avgjørdan meiriluta aftan fyri seg.

Samráðingar eru í ymsu kommununum, og tær kunnu halda fram líka til hálvan desember, tá nýggju kommunustýrini skulu verða skipað. Nýggju kommunustýrini taka við á nýggjárinum.

Í hesum kommunum tykjast borgarstjórarnir at vera upp á pláss:

Gentofte: Michael Fenger (K) - tók við í januar 2021.

Lemvig: Erik Flyvholm (V) - afturvaldur.

Lyngby-Taarbæk: Sofia Osmani (K) - afturvald.

Morsø: Hans Ejner Bertelsen (V) - afturvaldur.

Nyborg: Kenneth Muhs (V) - aftjurvaldur.

Kilder: Kmdvalg og Ritzau.

/ritzau/

 

 

(Foto: Stefan Sommer Jagd/Ritzau Scanpix)