Konfirmantar í 1940

Í samband við at Birgar Johannessen í Havn savnar tilfar til eitt leksikon yvir Havnina í tíðarskeiðinum 1900-1969, biðja vit um hjálp frá lesarum, sum kenna persónar á myndini, um at siga okkum frá, so "Havnar leksikon" kann verða heilt røtt

Hendan myndin er av konfirmantum í Havn 31. mars 1940. Her hava vit øll nøvnini, men mangla at fáa tríggjar persónar upp á pláss. Teir eru: Kornelius Christian Frederik Dam,
Lars Aage Knudsen, og Joen Wang Justinussen (Jógvan). Tað vil siga, at har tað stendur "ókendur" (við pílin), skal navnið á einum av hesum trimum persónum setast inn. Tey sum kenna hesar persónar eru vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon 314647 / 273168.


Aftasta rað f.v.: Jacob Frants Olsen, Peter Arne Rein, Johan Ejler Rubeksen, Daniel Ole Wang Hansen, Ole Oliver Justinussen, Ole Peter Lave Olsen, Mouritz Andreas Hansen, Joen Henrik Petersen, "ókendur" .

Miðraðið f.v.: Jacob Joensen provstur, "ókendur" , Haldor Christian Christiansen, Steingrím við Stein, Niels Pauli Justinussen, Ole Bjørn Viðstein, Bergtórur Bærentsen, Hans Jacob Hansen, Kaj Hansen, Ernst Reinert, Johannes Nicolaj Rubeksen, Trygve Árting, "ókendur".

Fremra rað f.v.: Leivur Nielsen, Hjalgrímur Jacobsen, Nólsoy, Svend Karsten Simonsen, Elsebeth Sofie Stephansen, Johanne M. F. Petersen, Glyvrar, Aslaug Dam, Mildrid Dam, Anne Kathrine Højgaard, Hjørdis Thomsen, Nólsoy, Ásla Thomsen, Nólsoy, Birthe Ludvigsen, Erik Ludvigsen, og Eivind Olsen.

Marie Jacobine Hansen, sum varð konfirmerað hendan dagin, vantar á myndini.

Mynd: Føroya Fornminnissavn