Kongressin er næsta málið hjá abortmótstøðufólki

Fyri fyrstu ferð síðani lógin um "Roe v. Wade" varð broytt í juni mótmæla amerikonsk abortmótstøðufólk í høvuðsstaðnum

 

 Fyrstu ferð síðani ein hægstarættarniðurstøðu í juni broytti "Roe v. Wade" og harvið steðgaði grundlógartryggjaða rættinum til frían abort í USA hittust abortmótstøðufólk í Washington D. C. til 'March for Life'. - Foto: Jose Luis Magana/Ritzau Scanpix

Í gjár vóru abortmótstøðufólk úr øllum USA savnað í amerikanska høvuðsstaðnum Washington D. C. til árliga 'March for Life'.

Tað er fyrstu ferð, síðani ein hægstarættarúrskurður í juni broytti "Roe v. Wade" og harvið steðgaði grundlógartryggjaða rættin til frían abort í USA.

Ársin mótmælisgonga hevur nýtt mál. Mótmælisfólkið lítur ikki longur ímóti Hægstarætti, men hinvegin ímóti lóggvevandi tinginum, Kongressini.

Tað skrivar tíðindastovan AP.

Málið hjá anti abortrørsluni var í gjár at ávara landsins samveldislóggevarar ímóti at taka stig í móti at avmarka lógirnar um abort hjá einstøku statunum í USA.

- Pro-life rørslan hevur júst fingið ein stóra sigur við at "Roe v. Wade" varð tikin av, men arbeiða okkara við at byggja upp eina mentan er langt frá liðugt, segði Jeanne Mancini, sum er partur av felagsskapinum handan árligu mótmælisgonguna, við CNN.

Tíggjutúsundtals fólk vóru komin saman framman fyri National Mall, har røður vórðu hildnar. Síðani byrjaði mótmælisgongan.

– Eg eri frá posti-Roe ættarliðnum, stóð á einum skelti, skrivar AP.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur lovað, at hann fer at gera alt tað, hann kann, til tess at varðveita grundleggjandi abortrættindini.

Bakgrundin fyri at broyta "Roe v. Wade" er, at hægstirættur undir Donald Trump forseta er vorðin meira konservativur.

Seinastu avgerðirnar eru kanska bara eina forsmakkur upp á komandi broytingar, heldur Tara Leigh Grove, juraprofessari á University of Texas, sambært AP.

– Hetta hevur verið ein kollveltandi hægtarættarseta upp á mangar mátar, hevur hon áður sagt.

/ritzau/

 

 Fyrstu ferð síðani ein hægstarættarniðurstøðu í juni broytti "Roe v. Wade" og harvið steðgaði grundlógartryggjaða rættinum til frían abort í USA hittust abortmótstøðufólk í Washington D. C. til 'March for Life'. - Foto: Jose Luis Magana/Ritzau Scanpix