Kongressin í USA atkvøður fyri at verja samkynd hjúnabond

Nýggj lóg skal forða, at hægstirættur í USA kann strika rættin til hjúnaband millum tvey fólk av sama kyni.

Eitt ælabogaflagg veiftrar undir eini mótmælisgongu í Washington D. C. fyri rættindum hjá samkyndum og øðrum kynsligum minnilutum. (Arkivfoto) - Foto: Jose Luis Magana/Ritzau Scanpix

Ein meiriluti í Umboðsmannatinginum í USA hevur í dag atkvøtt fyri eini lóg, sum skal verja hjúnabond millum tvey fólk av sama kyni.

Allir teir demokratisku politikararnir og 39 av republikonsku starvsfeløgum teirra atkvøddu fyri lógini.

Fráfarandi demokratiskir formaðurin í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, sigur á Twitter at hetta er »ein stórur sigur fyri frælsi, virðing javnrættindum«.

– Ein av teimum síðstu lógartekstunum, eg skrivi undir sum forkvinna, fer at tryggja, at samveldisstjórnin ongantíð fer at forða fyri, at tú kanst gifta teg við tí persóninum, tú elskar, sigur Pelosi.

Næsta stigið er, at lógin verður send víðari til Joe Biden forseta, sum skal skriva undir lógina.

Hann hevur áður sagt, at hann »alt fyri eitt og við stoltleika« fer at skriva undir lógina, sum soleiðis verður sett í gildi.

Sambært nýggju lógini skal samveldisstjórnin í USA viðganga hjúnabond, um tey eru inngingin lógliga í tí statinum, har persónarnir eru giftir.

Lógin skal forða fyri, at tann konservativi amerikanski hægstirættur møguliga kann rulla rættin til hjúnabond millum fólk av sama kyni aftur. Tann rætturin varð samtyktur í 2015.

Lógin kann tó ikki forða fyri, at statir kunnu banna hjúnabondum millum persónar av sama kyni, um hægstirættur loyvir statunum at gera tað.

Eftir eina umstrídda niðurstøðu hjá hægstarætti um rættin til abort – ella mangul upp á sama – í juni í ár, er tað í USA stúran fyri, at rætturin til hjúnaband millum persónar av sama kyni eisini kunnu vera í vanda.

Demokratarnir hava enn valdið í bæði Sentatinum og Umboðsmannatinginum.

Frá januar hava Republikanararnir meirilutan í Umboðsmannatinginum. Tað varð avgjørt á miðvalinum í november.

Demokratarnir víðka frá januar sín tepra meiriluta í Senatinum frá 50 til 51 av teimum 100 senatorunum.

/ritzau/

 

Eitt ælabogaflagg veiftrar undir eini mótmælisgongu í Washington D. C. fyri rættindum hjá samkyndum og øðrum kynsligum minnilutum. (Arkivfoto) - Foto: Jose Luis Magana/Ritzau Scanpix