Kongur trýstir nýggja grundarstein upp á pláss í horninum á Børsen bygninginum í Keypmannahavn. Myndir: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Kongurin legði nýggjan grundarstein til Børsen

Í oysandi regni í gjár settir Fríðrikur kongur ein 60 kilo tungan grundarstein inn í hornið á niðurbrenda helminginum av Børsen-bygninginum í Keypmannahavn.

Kongur trýstir nýggja grundarstein upp á pláss í horninum á Børsen bygninginum í Keypmannahavn. Myndir: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Hann byrjaði sostatt fyrsta av 42 stigum í umbyggingini av 400 ára gamla bygninginum.

Tað hendi meira enn fimm mánaðir eftir, at bygningurin varð lagdur í oyði av eldi.

Fyrsta stigið er millum annað ein visjóns- og materialifasa.

Tað sigur Lars Daugaard Jepsen, verkætlanarleiðari fyri umbygging hjá Dansk Erhverv, sum eigur bygningin.

Ytri partur av bygninginum skal byggjast, sum hann stóð frammanundan.

Harafturímóti tekur tað longri tíð at finna útav, hvussu bygningurin skal umbyggjast innan.

 

/Ritzau/

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

 

 

Kongur trýstir nýggja grundarstein upp á pláss í horninum á Børsen bygninginum í Keypmannahavn. Myndir: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix