Konsert í Grasagarði í kvøld

Kl. 21 í kvøld verður konsert við Sound of Glory Tensing og Humble Cry Kl. 21 í kvøld verður spennandi og forkunnug konsert í Grasagarði í Havn. Ungdómskórið hjá KFUM, Sound of Glory Tensing og gospelbólkurin, Humble Cry fara at framføra. Talan verður um góðan og fjølbroyttan gospeltónleik. Sungið verður bæði á føroyskum og enskum. Sound of Glory Tensing fara av landinum tann 1. august. Tey skulu taka lut á einari stórari stevnu í kekkiska høvuðsstaðnum Prag, sum alheimsfelagsskapurin hjá KFUM skipar fyri. Har verða bæði kórsangarar, skótar og ítróttarfólk. Væntandi verða uml. 8.000 fólk á stóru stevnuni í Prag. 16 sangarar, umframt tónleikarar verða í føroyska ferðahópinum.