Tað er ikki á hvørjum degi, at vit í Føroyum fáa vitjan av heimskendum persónum. Men tey, sum leygarkvøldið vóru til konsertina hjá Kiri Te Kanawa í Norðurlandahúsinum, upplivdu hæddarpunktið í skránni hjá Listastevnu Føroya 2004, tá heimskenda sangkvinnan bergtók áhoyrararnar við síni avbera vøkru sopranrødd.
Fyri nógv av teimum, sum sjálvi syngja, man Kiri Te Kanawa vera ein av stóru fyrimyndunum.
Navnframi klaverspælarin Julian Reynolds og Kiri Te Kanawa framførdu meistarliga og harmoneraðu sera væl. Julian Reynolds, sum í mong ár hevur samstarvað við Kiri, er føddur í London og býr í Spanien, hann er giftur við eini operasangarindu.
60 ára gamla Kiri Te Kanawa hevur eina fantastiska rødd, hon skifti skjótt millum lágar og heilt høgar tónar, uttan at tað sást á henni, hon virkaði fullkomiliga avslappað, og á ein charmerandi hátt bergtók hon áhoyrarnar.
Hon sang úr verkum hjá Handel, Vivaldi, Mozart, Strauss, Berlioz og øðrum.
Kiri Te Kanawa setur stór krøv til umhvørvið, sum hýsir framførslum hennara. Alt skal vera í besta standi, ljóðgóðskan í salinum skal vera perfekt. Eingin skal kunna siga, at sangframførslurnar kundu verið betri. Norðurlandahúsið livdi fult upp til hesi krøv.
Sangkvinnan er fødd í Ný Sælandi í 1944. Sum 20 ára gomul hevði hon longu vunnið fleiri virðislønir í heimlandinum, men stóra gjøgnumbrotið kom fyrst í 70-unum, nøkur ár eftir at hon var flutt til London, har hon fekk stjørnustatus sum sangari á Royal Opera House, Covent Garden. Hon sang t.d. í St. Paul´s dómkirkjuni í 1981, tá Charles krúnprinsur og Diana prinsessa vórðu vígd.
Í ferðalagnum, sum kom til Føroya fríggjadagin og fór av landinum sunnudagin, vóru umframt Kiri Te Kanawa og klaverspælarin Julian Reynolds, Susanne Kristiansen úr Danmark og Nick Grace sum vanliga er tourmanager hjá stórum musikalum í London. Tey vóru øll sera væl nøgd við túrin í Føroyum.