Konservativir iranskir miðlar fagna álopsmanni Rushdie

Tað almenna Iran hevur einki sagt um álopið á Rushdie. Konservativir miðlar siga álopið vera »djarvt«

 

Fleiri konservativir iranskir miðlar fagna manninum, sum í gjár stakk høvdundan Salman Rushdie við knívi undir einum fyrilestri.

Rushdie er í respiratori og fer eftir øllum at døma at missa annað eygað, upplýsti umboðsmaðurin hjá Rushdie, Andrew Wylie, í nátt.

Illgerðarmaðurin er eyðmerktur sum 24 ára gamal maður úr New Jersey. Hann hevði atgongumerki til fyrilesturin.

Álopið varð framt, fleiri enn 30 ár eftir at iranska prestastýrið sendi út eina fatwa – ein islamskan deyðadóm – ímóti Rushdie.

Millum iranskar miðlar, sum fagna manninum, er tað sera konservativa blaðið Kayhan.

– Væl klárað av hesum djarva og álítandi mannin, sum leyp á tann fráfalna og siðspilta Salman Rushdie í New York, skrivar blaðið, hvørs blaðstjóri er settur av ayatollah Ali Khamenei, ovasta leiðara Irans.

Við undantaki av nýskipanarsinnaða blaðnum Etemand eru fleiri iranski miðlar líknandi kós.

Teir lýsa Rushdie sum ein »apostat« – ein, sum hevur givið upp ella slept sínum higartil átrúnaðarliga tilknýti.

Iranska blaðið, sum staturin eigur, skrivar, at »hálsur djevulsins« er »skorin við einum rakiknívi«.

Iranskir myndugleikar eru enn ikki komnir við nøkrum almennum viðmerkingum um álopið á bretskt-indiska Rushdie.

Tað var í 1988, at Rushdie gav út bókina »Tey satanisku ørindini«. Tað førdi til stóra vreiði ímóti honum frá muslimum – fyrst í Bretlandi og seinni í øllum heiminum.

Árið eftir senda prestastýrið í Iran út eina fatwa ímóti honum.

Í 2019 strikaði Twitter profilin hjá Ali Khamenei vegna eitt uppslag á miðlinum, har tað stóð, at fatwain var »trygg og kundi ikki takast aftur«.

Reaktiónirnar frá konservativu iransku miðlunum eru beint øvugt av tí, sum hoyrist frá londum og rithøvundum í vesturheiminum, sum hava fordømt atsóknina.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, kallaði álopið á Twitter-profilinum hjá Forsætismálaráðnum »ræðuligt«.

António Guterres, sum er ST aðalskrivari, segði gjøgnum talsfólk sítt Stephane Dujarric, at harðskapur ikki kann rættvísgerast sum »rvar upp á orð, sum eru søgd ella skrivað av øðrum, sum fremja sítt framsagnarfrælsi«.

Eisini bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur sent sínar tankar til Rushdie og tær nærmastu.

/ritzau/AFP