Koppseting: Nú fór talið uppaftur

Yvir túsund fólk lótu seg í gjár koppseta fyri covid-19

Í gjár vórðu 1.013 fólk koppsett. 400 fólk fingu fyrra prikið, og 613 fólk fingu tað seinna.

 

Hetta tal var væl hægri, enn tað hevur verið seinastu vikuna, og ein viðvirkandi orsøk var, at Sjúkrahúsverkið hevði sonevnda støkk inn koppseting.

 

Nú hava 33.951 fólk fingið fyrru koppsetingina. 26.473 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

 

Tilsamans 60.424 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum. Koppsetingarbólkurin miðjar eftir at gera 84.000 prik í Føroyum í royndini at fáa flokkverju fyri covid-19.