Kor teirra heim­leysu

Landsstýrismaðurin í almanna  og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, hevur boðað frá, at hann fer at leggja uppskot um kor teirra heimleysu fyri tingið. Sosialurin hevur eitt tema um tey heimleysu í blaðnum í dag, har millum annað verður nomið við, hvussu støðan veruliga sær út í dag. Hvørji tilboð eru til tey heimleysu? Hvør skal hava ábyrgdina av teimum heimleysu? Hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at hjálpa teimum heimleysu, sambært álitinum um heimleys? Hvat siga politikararnir og avvarðandi myndugleikar um støðuna í dag?