Koranin – Guds Orð

Orð Guds ella orð um Gud
Í hesum døgum verður nógv skrivað um okkara Bíbliu, um hon er Guds orð ella orð um Gud. Fyri summi ein týdningarmikil spurningur, men fyri tey flestu, vil eg vóna, ikki nak­ar spurningur.
Áhugavert kann vera í hes­um sambandi at hyggja at tí støðu, ein onnur av heims­religiónunum, islam hevur til sína halgubók, Koran­ina.
Koranin verður til
Koranin varð opinberað Muhameddi ( ~ 570 – 632 ) av einglinum Gabriel, í tíðarskeiðinum, sum røkkur frá árinum 610 til 632, sam­bært okkara tíðarfesting, tá Mohammed doyði. Við hvørt var langt ímillum opin­beringarnar. Sambært arabiskari hevd var serliga langt ímillum fyrstu ( sura 96, ørindi 1-5 ) og aðru ( sura 74 ) opinberingina. Longu meðan Muhammed enn var á lívi, festu læru­sveinar hansara brot av henni á blað, og varð hon endaliga savnað undir triðja kaliffinum Othman ( 644 – 656 ). Tað merkir at kristna Bíblian er nakað eldri enn Koranin.
Fyri ein trúgvandi muslim er Koranin fullkomna orð Guds. Hon er eitt avrit av ein­um eintaki sum er varð­veitt í himmalinum. Hann sum tosar er, við fáum und­antøkum, Gud sjálvur. Har so er, er tað Profeturin ella Gabriel, sum tosar.
Skuldi ikki umsetast
Leingi varð hildið fast um at Koranin ikki skuldi um­setast til annað mál. Ein umseting er altíð ein um­­skriving, ein parafra­ser­ing av upprunaritinum. Hvussu dugnaligur so umsetarin enn er. Tað fær heilt einfalt ikki verið øðrvísi. Framúr­skarandi jødiski mál- og bók­mentafrøðingurin Eric Auerbach sigur í bókini “Mimesis”, at um russiskar bókmentir kann hann einki siga, tí at hann dugur ikki málið.
Bíblian varð upprunaliga skrivað á aramáiskum, hebra­iskum og grikskum máli, men savnið av hondrit­um varð latið í latínskan mál­búna og kanoniserað. Og í øldir varð mestsum bert brúkt latínska útgávan av Bíbliuni. Somuleiðis varð gudstænastan hildin á latínskum máli. Seinni vórðu umsetingar gjørdar til m. a. danskt og nógv seinni aftur til føroyskt, í tveim­um týðingum. Onnur sogar autoriserað av sjálv­um kongsvaldinum! Eg eigi bert eina aðra autoriseraða bók og er tað svensk týðing av “lítlu reyði” hjá Mao, sum hevur verið í Peking til góðkenningar.
Málið í Koranini er arab­iskt við ikki so fáum láni­orðum úr t. d. hebraiskum, etiopiskum og aramáiskum. Havast má í huga at Koranin er skrivað aðrenn arabiskt hevði nakað framkomið skrivt­mál, so viðhvørt noydd­ist Profeturin sjálvur at vera orðasmiður.
Samband við jødar
Á døgum Muhammeds vóru jødar og kristin spreidd um meginpartin av Mið­eystri. Serliga nógv kom Muhammed í samband við jødar og kristin aftaná at hann var flýddur úr Mekka til Medina. Har vóru stórar búsetingar av jødum og krist­num. Í fyrstani hevði Muhammed gott samband við jødarnar, men tá teir gjørdust varugir við at hann ofta fór skeivur tá hann end­ur­gav úr Toruni, fóru teir at seta honum nasvísar spurn­ingar, og at halda hann fyri gjøldur. Hann varð happ­aður. Um tú í dag sáar iva um nakað sum stendur í Toruni ella í Bíbliuni svarar ein rættur fundamentalistur tær aftur at tað er Guds orð og tí ikki kann vera annað enn rætt. Muhammed svarar á sama hátt, við at siga at tað er Gud sjálvur sum hev­ur boðað honum tað í opin­beringunum. Sura 2, ørindi 81, ljóðar soleiðis: “Vit hava latið Móses skrivtina og latið apostlarnar ganga í hansara fótasporum, og vit hava givið Jesusi, sonur Mariu, tey greiðu prógvini og styrkt hann við heilaga ándanum. Skulu so tit vera speiðrekandi tá ein apostul kemur til tykkara við slíkum sum tykkum ikki hóvar? Tí summar hildu hildu tit vera lygnarar og summar drópu tit.” Og í somu sura, ørindi 134: “Ella siga tit: “Abra­ham, Ismael, Ísak og Jákup og ættarhøvdingarnir vóru sanniliga antin jødar ella kristin?” Sig: “Hvør veit betri, tit ella Gud? Og hvør er órættvísari enn hann sum dylur ein vitnisburð, sum hann hevur frá Gudi?” Og Gud er ikki líkasælur um tykkara gerðir.”
Samband við tey kristnu
Tey kristnu hava helst verið minni skrivtlærd enn jødar­nir, men kom hann sær hóast tað eisini í ordðadrátt við tey. Serliga var tað trí­eindarlæruni hann fannst at. Islam er ein rein mono­teistisk trúarlæra, og dugdi hann ti ikki at skilja at tey kristnu kundu hava tríggjar gudar, Faðirin, Sonin og Mariu moy. Sura 5, ørindi 116, ljóðar soleiðis: “Og tá Gud segði: “Jesus, sonur Mariu, hevur tú sagt menn­iskjuni: Tit skulu hava meg og móðir mína til gudar held­ur enn Gud!” Hann svar­aði: “Tær eina er allur heiður! Tað er mær ikki gjør­ligt at siga nakað ið eg ikki havi rætt til. Um eg havi sagt so, var tú longu vit­andi um tað. Tú veit hvat eg havi í huga, men eg kann ikki siga hvat ið tú hevur í huga; sanniliga kennir tú tað loyndarfulla.” Her hevur Mohammed misskilt trí­eindarlæruna og blandar Heilaga Andan við Mariu moy og ger hana til ein gud.
Í somu suru, sum verður nevnd “Borðið”, ørindini 112 – 115, er halga kvøld­máltíðin komin tvørs fyri: “Lærusveinarnir søgdu: Jesus, sonur Mariu, vildi Harri tín megna at sent eitt dúkað borð av himni til okkara?” Hann svaraði: “ Ótt­­ist Gud um tit eru rætt­trúgvandi!” Tá mæltu teir: “ Vit vildu ynskt at eti av tí, so at okkara hjørtu fingu frið, og at vit fingu at vita um tú hevur sagt okkum sannleikan, so at vit kunnu vitna um hann.” Og Jesus, sonur Marriu, segði: “Harri Gud mín, send av himli eitt dúkað borð at vit mega halda veitslu nú og fyri teim­um sum koma skulu, og sum eitt tekin frá tær. Tú er hin besti uppihaldarin. Ja, tú er hin besti gevarin.”
Hóast ósemjur við tey kristnu, vóru viðurskiftini við tey nógv betur enn við jødarnar. Til dømis sigur 5. sura, ørindi 85: “Sanniliga skal tú síggja at jødar, og tey sum seta aðrar gudar und­ir liðina av Gudi, eru mest hatsk móti teimum sum trúgva, og tú fer at møta teimum ið siga: “Sanni­liga eru vit kristin”, sum bera størstan alsk til tey trúgvandi. At so er, er tí at millum tey eru prestar og munkar, sum ikki eru hug­móðigir.”

Kaba og bønar­rætningur til Mekka
Fyrstu tíðina í Medina skuldi hin biðjandi mus­lim­urin venda sær móti Jerusa­lem, men eftir ósemjurnar við jødarnar, varð stevnan broytt til Mekka.
Í Mekka var ein halgi­dómur nevndur Kaba. Kaba­in er eitt fýrhyrnt gróthús sum er fyrndargamalt, og sum hevur ligið í sori og er endurreist fleiri ferðir. Koranin sigur soleiðis um Kabuna í 3. suru ørindi 90: “Fyrsta templi byggt til menniskja var so sanniliga tað í Mekka, ein vælsignan og rættleiðing fyri allan heimin.” Sambært Koranini varð Kabain fyrst reist av Abraham, men arabisk hevd sigur at sjálvur Adam reisti Kabuna.Í landsynn­ingshorninum av Kabuni er í múrinum ein svartur stein­ur, sum sigst at stava frá sjálv­um Paradísinum. Stein­urin er ein loftsteinur, so hvør veit? Í móti hesum bygn­ingi í Mekka venda sær allir muslimar, líka mikið hvar á klótini teir eru stæddir, tá teir biðja.
Á einum túri, ið eg var við japanskum tunfiskabáti, stóð eg har afturi á pupp­in­um og roykti, á veg á fiski­leið, suður móti bretska mark­inum. Við hesum japansk­um fiskiskipum vóru altíð fleiri indonesarar og vóru teir allir muslimar. Tá kom ein av hesum indo­nesarum, ein alvarsamur mað­ur, og rullaði sína bønar­máttu út og skuldi til at biðja. Tá gjørdi eg hann var­ugan við at rætningurin var móti Suðurameriku og vísti honum rætningin til Mekka. Eg sá hvussu takksamur hann varð, og ikki gloymdi hann mær tað aftur.
Islam, kristindómur og jødadómur sama trúgv
Mohammed helt sjálvur islam, kristindóm og jøda­dóm at vera somu religión. Hann metti seg ikki at vera nakran religiónsstovnara, men sum síðsta profetin áðrenn dómadag. Jesus metti heldur ikki seg sjálvan at vera religiónsstovnara. Í so máta líkjast teir nógv, men um Muhammed hava vit nógva ítøkiliga vitan. Um Jesus als onga.

Bókmentir:
Erich Auerbach, Mimesis, Alber Bonniers Förlag, 1998
Koranin, týðing av K. V. Zetterstéen, Wahlstrøm & Widstrand, 2003
The Koran, , týðing av N. J. Dawood, Penguin Books, 1974
Karen Armstrong, Muhammed., Forum 2003