Korona: 23 ára gamal fótbóltsleikari í koma

Ein ungur franskur fótbóltsleikari er komin illa fyri av korona-smittu og liggur nú í kunstigum koma.

 

23 ára gamli franski fótbóltsleikarin, Solomon «Junior» Sambia, sum er fongdur við korona-virus, liggur nú í koma.

Hetta upplýsir umboðsmaðurin hjá honum, Frédéric Guerra, yvirfyri fronsku ávísini, Le Parisien. Sagt verður um livimátan hjá fótbóltsleikaranum, at støðan hjá honum er stabil.

Tað var týsdagin í hesi vikuni, at Solomon Sambia varð lagdur inn á sjúkrahús við magapínu og ógvusliga leysum lívi. Ungi maðurin varð kannaður fyri covid-19, men royndin var í fyrsta umfari negativ.

Mikudagin í hesi vikuni skuldi fótbóltsleikarin skrivast út eftir viðgerð á intensivari deild, men tá versnaði heilsustøðan hjá honum, og fransmaðurin fekk eisini trupulleikar við andadráttinum.

Ein nýggj kanning fríggjanáttina vísti, at hin 23 ára gamli er smittaður við korona-virus. Tá hetta varð staðfest, varð Solomon Sambia fluttur á annað sjúkrahús, har hann varð lagdur í koma á intensivari deild.

Í gjár var støðan hjá fótbóltsleikaranum stabil, og umboðsmaður hansara, Frédéric Guerra, upplýsti yvir fyri Le Parisien, at støðan hjá honum var hvørki verri ella betri.

Solomon Sambia er fyrsti fótbóltsleikari í fronsku Ligue 1, sum hevur fingið staðfest korona-virus, og umboðsmaður hansara væntar, at hann er vorðin smittaður, tá hann hevur verið til handils.

- Hetta er ógvuliga keðiigt. Solomon Sambia hevur fylgt sonevnda "portforboðnum", og hann hevur gjørt alt rætt. Hann má tískil hava fingið smittuna, tá hann hevur verið til handils, heldur Frédéric Guerra.

Í Frakland kunnu fólk, sum hava hetta forboð sitandi á sær, fara úr heiminum og gera neyðug innkeyp í matvøruhandlum.

Solomon Sambia hevur spælt fyri Montpellier síðan summarið 2017, og hann hevur verið á vøllinum í 17 ligadystum í hesi sesongini, skriva franskir miðlar.