Korona: Átta tilburðir í gjár

Í løtuni eru 91 persónar smittaðir við koronu

Í gjár vórðu átta nýggir smittutilburðir við covid-19 staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Ein persónur fekk staðfest smittuna við komu til Føroyar, og tveir eftir endurkanning dagin eftir komu. Fýra eru smittað í Føroyum av kendum smittukeldum, ein persónur er smittaður av ókendari smittukeldu.

 

Samstundis sum fólk fáa staðfest smittuna, verða onnur frísk, og tí er talið á smittaðum nú komið niður á 91 persónar.