Korona: Boðini frá myndugleikunum eru alt ov ógreið

Borgarstjórin í Fuglafirði heldur, at myndugleikarnir mugu vera greiðari

– Boðini frá myndugleikunum um, hvussu vit skulu bera okkum at í sambandi við corona, eru alt ov ógreið.

Tað heldur Sonni á Horni, borgarstjóri í  Fuglafirði.

Fyri at verja okkum fyri corona, eru hava myndugleikarnir fleiri tilmæli um, hvussu vit skulu bera okkum at – men beinleiðis krøvini eru ikki nógv í tali.

Eitt tilmæli er, at barnagarðar og vøggustovur skulu lata aftur. Men so verður viðmerkt, at »eitt ansingartilboð verður veitt teimum, sum av ymsum orsøkum ikki kunnu passa síni børn.«

Myndugleikarnir hava greitt frá, at tað, tey sipa til, er, at politistar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, onnur starvsfólk í heilsuverkinum og starvsfólk í eldrarøktini, mugu sleppa til arbeiðis og tí má eisini eitt ansingartilboð vera til tey.

Kommunurnar hava eisini latið dagstovnarnar aftur, men fleiri kommunur hava viðmerkt, at eru tað foreldur, sum hava bráðneyðugan tørv á ansing, skulu tey seta seg í sambandi við kommununa.

Men lesarar hava lagt til merkis, at í Fuglafirði eru eingi boð um neyðsynjar-barnaansing, tí har er bara boðað frá, at tað er stongt.

– Vit hava fyrst og stongt fyri í eini roynd at forða fyri smittuspjaðing, tí vit taka støðuna í álvara, sigur Sonni á Horni.

Hann vísir eisini á, at støðan í Klaksvík vísir, hvussu skjótt smittan kann breiða seg á dagstovnaøkinum, har nøkur starvsfólk í einum dagstovni eru smittað.

Men hann heldur, at boðini frá myndugleikunum eru alt ov ógreið, tí hann saknar eisini eina nógv betri leiðbeining um, hvat virksemi er neyðugt, hvat tað merkir, at tey ikki kunnu passa síni børn.

Er tað avgerandi neyðugt, at Akstovan hevur opið, soleiðis sum støðan er, og er tað neyðugt, at tey starvsfólkini eru til arbeiðis, spyr hann sum eittt dømi.

– Eru tað bæði foreldrini, sum hava tørv á at vera til arbeiðis, og hvat er neyðugt.

Men hann leggur kortini dent á, at venda foreldur sær til kommununa um neyðsynjar-barnaansing, verður tað sjálvandi tikið upp og viðgjørt í hvørjum einstøkum føri.

Hann sigur, at tað sama ger seg galdandi fyri skúlan, upp til 3. flokk.