Korona hevur beint fyri allari busskoyring

Bussarnir hjá bussfyritøkum hava staðið stillir í meira enn ein mánað

Virksemið hjá bussunum í Føroyum hevur verið fulkomiliga deytt seinasta mánaðin. Bussfyritøkurnar kempa í løtuni meira ella minni fyri at yvirliva, tí ongar uppgávur eru hjá teimum, nú meðan koronasmittuvandin hóttir.

AP busskoyring hevur 10 bussar.

– Alt stendur stilt. Eingin bussur er fluttur síðan 13. mars, sigur John Olsen frá AP Busskoyring.

Helvtin av bussunum hjá AP Busskoyring plaga at koyra fyri Strandferðsluna og Eysturkommunu, meðan restin fer til ferðavinnu og aðrar fyrifallandi uppgávur. 

Í fjør gav ferðavinnan umleið 1,4 milliónir, men hendan inntøkan veður so at siga heilt burtur í ár. Men tær føstu útreiðslurnar skulu enn gjaldast.

– Ferðavinnan er jú heilt burtur nú, og tað vil siga, at trý ella fýra størv eru burtur, og vera allarhelst tað árið út. Tað ber ikki til onga inntøku at hava, og so enn hava útreiðslur av 8-10 bussum. Vegskatt og trygging skal mann jú enn gjalda, sigur John Olsen. 

Sama er galdandi fyri HK Bussar. Har eru 10 bussar, og fýra av teimum plaga at koyra fyri ferðavinnuna.

– Tað liggur eisini stilt her. Meira enn helvtin av inntøkunum hjá okkum eru frá ferðavinnuni, so hetta ávirkar okkum nógv, sigur Hans Jákup Kollslíð, stjóri í HK Bussum.

Eingin hjálp at heinta

Eingin hjálparpakki er gjørdur til ferðavinnuna, og ein slíkan sakna busseigararnir.

– Eg havi vónað, at ein triði pakki kemur, men tað sær ikki út sum, at hann kemur. Tað virkar ikki, sum at politikararnir tíma at tosa um ferðavinnuna, sigur John Olsen.

– Landið kemur ikki inn við nøkrum stuðli. Ein hjálparpakki til ferðavinnuna manglar. Landið kann heldur ikki gjalda alt, men nú hjálpa teir nógvum øðrum, so teir kundu eisini hjálpt okkum. Vit hava jú lán, sum skulu gjaldast hvønn mánað, sigur Hans Jákup Kollslíð.