Korona: Átala landsstýrið fyri at hava drálað alt ov leingi

Tað er sálarligur yvirgangur ímóti fólki

Vit finna okkum ikki í, at virksemið á flogvøllinum verður niðurlagað við teirri avleiðing, at lokalsamfelagið í Vágum er fyri fíggjarligum tapi. Tað sigur Vága Javnaðarfelag í eini hvassorðaðari átalu á samgonguna.

Tey harmast um støðuna, tí tað rakar tey uppsøgdu meint. Men hevur sanniliga eisini avleiðingar fyri lokalsamfelagið í Vágum sum heild. – Inntøkur, sum starvsfólkini missa, merkja eisini munandi inntøkumiss hjá kommunum í Vágum, sigur felagið.

– Vága Javnaðarfelag átalar harðliga tað virkisloysi, samgongan hevur víst hesa tíðina, landið mestsum hevur ligið niðurbundið.

– Stórur partur av virkseminum hevur verið í bíðistøðu, og ein partur av tí liggja nú í andaleypi. Serliga ferðavinnan er hart rakt, eisini alt tað nógva virksemi, sum hevur verið í samband við flogvøllin.

Tey halda, at hjálparpakkarnir eru ikki komnir starvsfólkunum, har kreppan hevur rakt, til góðar. Hinvegin hava sparingarnar rakt vanliga løntakaran meint.

– Støðuga drálið hjá landsstýrinum hevur verið sum sálarligur yvirgangur móti fólki, sum meginpartin av einum ársfjórðingi hava gingið við ótta fyri at fáa eina uppsøgn. Heldur enn at fáa at vita, eru tey noydd at gita, hvat nú fer at henda, sigur javnaðarfelagið í Vágum

Tí krevja tey nú, at Landsstýrið boðar greitt frá,  hvørjar ætlanir eru fyri at seta gongd á samfelagið aftur.