Nú eru tað að eru nú í alt 47 føroyingar, ið hava fingið corona-smittuna. Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Tað eru gjørdar í alt 703 kanningar seinastu vikurnar.
Sostatt hevur smittuspjaðingin tikið dik á seg, tí hetta talið vísir, at talið er meiri enn tvífaldað síðani í gjár, tí í gjár vóru 18 føroyingar smittaðir.
Næstseinsasta mikudag, tann 4. mars varð fyrsta fólkið smittað og tveir dagar aftan á, fríggjadagin, 6. mars, varð smittan funnin hjá einum fólki afturat.
Undan vikuskiftinum varð smittan staðfest hjá einum fólki afturat, soleiðis at tey nú vóru trý fólk ið tali, sum høvdu fingið staðfest smittuna.
Men síðani er ferð komið á talið á smittaðum, tí leygardagin vóru tey 10 í tali, sunnudagin vóru tey 11 í tali, men í gjár vóru tey 18 í tali - og í dag eru tey so 47 í tali, sum hava smittuna.