Korona: Tann góða støðan heldur sær

Heldur ikki í gjár varð nakar føroyingur funnin við korona

Tann góða gongdin viðvíkjandi korona í Føroyum heldur sær. Í gjár vórðu 55 fólk kannað fyri korona, men eingin av teimum varð sjúkur.

Sostatt eru tað framvegis 187 føroyingar, sum hava havt korona – tað vit vita um, men tey eru øll frísk aftur. Tilsamans eru 8.986 fólk nú kannað.

Seinastu ferð, at nýggjur tilburður varð staðfestur, var tann 22. apríl. Siðani hava allar kanningar verið negativar og tað merkir, at fríggjadagin er tað ein mánaður síðani, at korona seinast varð staðfest í Føroyum.

Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.716 kanningunum.

Í løtuni er heldur eingin innlagdur á sjúkrahús í sambandi við korona.