Korona ávirkar ikki Tangavirkið stórvegis

– Viðhvørt heldur ein kanska, at virksemið minkar. Til dømis minkaði virksemið nakað í síðstu viku, men so knappliga er nóg mikið aftur at gera. Kanska er tað tí, ein er ørkymlaður og heldur, at nú kemur tað, sigur Mortan Mortensen, stjóri á Tangavirkinum

Virkið hevur framvegis arbeiði til øll 16 starvsfólkini á virkinum, og fyritøkan hevur ikki enn gjørt brúk av serstaku ALS-skipanini í koranatíðini.

Virkið hevur gjøgnum seinastu árini verið við í fleiri stórum verkætlanum í Suðuroynni, millum annað tá ið Varðin Pelagic varð bygdur uppaftur og útbygging hjá SEV í Vági, skrivar Vinnuhúsið.

Flestu uppgávurnar hjá Tangavirkinum í løtuni eru meira stuttfreistaðar uppgávur, sum taka nakrar fáar dagar og upp til tvær ella tríggjar vikur. Virkið hevur fáar langfreistaðar uppgávur, sum kanska kunnu geva meira tryggleika.

Tangarnir, sum virkið ger fyri oljufeløgini, er tó ein rættiliga føst og støðug uppgáva. Tangavirkið ger 5-600 tangar árliga. Mortan Mortensen ásannar, at hetta gevur ein ávísan tryggleika, hóast virkið avgjørt ikki bara kann liva av at gera tangar.

Á Tangavirkinum hava tey gjørt fleiri átøk fyri at minka um smittuvandan.

Starvsfólkini eru býtt upp í matarsteðgunum, so ikki ov nógv savnast. Sprittdunkar eru settir upp nógvastaðni í fyritøkuni. Haraftrat eru hurðar stongdar og skelti sett upp, sum banna atgongd fyri óviðkomandi.

 – Fólk sleppa nú bara inn í handilin. Ikki aðrastaðni á virkinum, sigur Mortan Mortensen.

Í handlinum hjá Tangavirkinum gongur væl. Kanska er eitt sindur meira at gera nú enn vanligt. Tað kann hugsast, at tað er tí, at fólk eru meira heima og hava betri stundir at umvæla ymiskt við hús, heldur Mortan Mortensen.

Tangavirkið í Vági varð stovnað í 1932, og Mortan Mortensen yvirtók í 2003 eftir at hava starvast nógv ár á virkinum.

Fyritøkan hevur livað gjøgnum bæði kríggj og kreppur, og stjórin hevur góðar vónir um, at tey eisini fara at klára seg gjøgnum korona.

– Eg taki tað, sum tað kemur. Um uppgávurnar minka, kunnu vit flyta fólk á verkstaðið, gera umvælingar á bygningar og annað, sigur Mortan Mortensen.

Hann vónar, at støðan ikki verður so álvarsom, at neyðugt verður at siga fólki upp.