Korona ávirkar lønarútgjaldingarnar - steðgur í vøkstrinum

Um 800 milliónir vórðu útgoldnar í lønum í mei mánaða, og tað er 25 milliónir færri, enn útgoldið varð í lønum í mei mánaða í fjør.

Tað boðar Hagstovan frá í dag.

Í prosentum er hetta ein lækking á 2,9 prosent, og sostatt er steðgur komin í lønarvøksturin, ið hevur verið seinastu árini.

Tað er serliga í privatu tænastuvinnuni, at munurin er at síggja. Í privatu tænastuvinnunum vórðu úgoldnar 236 milliónir í lønum í mai. Framrokningin vísir 274 milliónir sama mánað, og munurin er 38 milliónir ella 14 prosent samanborið við metingina. 

Av teimum trimum mánaðunum, ið eru liðnir, síðan koronafarsóttin breyt út, er tað mei mánaður, ið mest brýtur frá gongdini, ið væntað varð áðrenn farsóttina.

Á myndini niðanfyri síggjast lønarútgjaldingarnar umframt framrokningarnar fyri mars, apríl og mei undan farsóttini.

##med2##

Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri mars, apríl og mai. Gráa økið vísir óvissuna (80% og 95% sannlíki). Bláa linjan í myndini vísir útgoldnu lønirnar seinastu tvey árini. Bláu prikkarnir vísa útgoldnu lønirnar í mars-, apríl- og meimánaði í ár.