Koronakanningar eru ein tilfeingisspurningur

Nýggju leiðreglurnar fyri ferðandi til Føroya koma í gildi mánadagin, og størsta broytingin í leiðreglunum er tann, at frameftir er ikki neyðugt at fara í sóttarhald, kemur tú til Føroya úr Danmark, Íslandi, Norra, Grønlandi ella Týsklandi.

Ístaðin verður kravt, at ferðandi skulu vísa á negativa covid-19 kanning, ið ikki er eldri enn fimm dagar. Hetta kravið er kortini ikki galdandi fyri fólk, sum búgva í Føroyum, men sum hava verið í uttanlandsørindum.

Tað er heldur ikki krav, at tey, ið koma til Føroya, verða kannað í døgunum eftir komu. 

Michael Boolsen, fúti og formaður í epideminevndini, sigur, at talan er um ein tilfeingisspurning, og at týdningurin av koronakanningum skal vektast.

– Tað er út frá samlaðu metingini av týdninginum av at gera eina kanning. Ein kanning er í sjálvum sær eitt útrykk fyri eina løtumynd. Vit kunnu velja ein leist, har tað leypandi verður kannað í einum tíðarskeiði á 14 dagar. Men tá mugu vit eisini gera eina meting av tilfeingisnýtslu í mun til tað væntaða úrslitið av at gera ein so stóran innsats, sigur Michael Boolsen.