Koronapoding í einum hjalli

Tey, ið skulu podast fyri koronavirus í Klaksvík, skulu nú ikki longur í gomlu sjúkrahúshølini.

Klaksvíkar sjúkrahús boðar í dag frá, at podingarhølini eru flutt í ein hjáll, ið stendur í sjúkrahúsgarðinum, sum liggur oman frá Víkavegnum.

Klaksvíkar sjúkrahús podar millum kl. 10 og 11 hvønn gerandisdag, men ger vart við, at ávísing frá kommunulækna skal til, áðrenn tú sleppur at vera podaður.