Koronusmitta á James Blunt konsert í Havn í gjárkvøldið

Ein persónur, sum var til konsert hjá James Blunt í gjárkvøldið í Høllini á Hálsi hevur fingið staðfest koronusmittu

– Ein persónur, sum var til konsert hjá James Blunt 18. september í Høllini á Hálsi hevur fingið staðfest COVID-19. Tann smittaði var á konsertini millum kl. 21.30 og 03.30.

 

Hesum boðar Løgmansskrivstovan frá og sendir út hesa ávaring:

 

– Aðrir konsertluttakarar, sum hava brúkt nógva tíð millum pallin og føstu plássini við borðum, eru í serligum smittuvanda.

 

Landslæknin mælir til, at øll, sum fáa sjúkueyðkenni, lata seg kanna alt fyri eitt. Harafturat verður mælt til, at øll, sum ikki eru liðugt koppsett, lata seg kanna bæði mikudagin 22. og fríggjadagin 24. september.

 

Samstundis verður heitt á øll, sum ikki eru liðugt koppsett, at halda seg burtur frá støðum, har nógv fólk eru savnaði saman, til tey hava fingið svar upp á koronukanningarnar.