Koronatølini almenn á middegi

Framyvir verða koronatølini dagførd um middagsleitið og ikki um morgunin, sum tey hava verið higartil

Hetta merkir, at samlaðu hagtølini yvir smittu, frísk, sóttarhald, kanningar, innløgd og deyð verða dagførd á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum og www.corona.fo um middagsleitið, boðar Heilsumálaráðið frá.

Næstu ferð nýggj koronatøl verða almannakunngjørd, verður í morgin um middagsleitið. 

Í løtuni eru bara 14 í sóttarhaldi, tvey eru sjúk, og 185 eru vorðin frísk aftur. Tilsamans eru 8066 persónar kannaðir.