Koronukanningar steðgaðar vegna veður

Ov nógvur vindur á havnarlagnum í Havn til koronukanningar

Tað er ikki ráðiligt at halda fram við koronukanningunum á Eystaru bryggju, so avgerð er tikin um at steðga fyri í kvøld, siga tey í Heilsumálaráðnum.

 

Gott 80 fólk vórðu kannað, men onnur 700 mugu bíða til í morgin ella ein annan dag.