Koronupass í Noreg: Sleppa til konsertir og fótbóltsdystir

Við koronupassi kunnu vit skjótt fara til stórar konsertir, fótbóltsdystir og á festival, sigur norski heilsumálaráðharrin.

 Bent Høie, heilsumálaráðharri, segði í dag, at tað koronupassið, sum stjórnin legði fram í síðstu viku, skjótt fer at lata dyrnar upp til kosertir, festivalar og fótbóltsdystir, tá Noreg fer inn í trin 3 í uppafturlatingini. - Foto: Gorm Kallestad/Ritzau Scanpix

Noreg fer skjótt at loyva størri tiltøkum sum kosertum og fótbóltsdystum við yvir 1.000 fólkum innandura og 2.000 uttandura.

 

Tað verður gjørligt við koronupassi, sum norska stjórnin setti í gildi í síðstu viku, sigur heilsumálaráðharrin, Bent Høie, á tíðindafundi í dag.

 

Undir farsóttini hava mong ikki kunna verið saman við øðrum enn sínum nærmastu, gingið túrar og notið náttúruna. Men tað verður skjótt broytt, sigur Høie.

 

– Nú kemur tíðin, har vit kunnu hava tað stuttligt upp á aðrar mátar aftur. Vit kunnu skjótt fara til stórar konsertir, fótbóltsdystir og á festival. Tað veit eg, at mong hava glett seg til, sigur hann.

 

Um talan er um eitt tiltak við føstum sitiplássum, kann talið av luttakarum víðkast til 2.500 innandura og upp til 5.000 uttandura.

 

Koronupasið, sum er sett í gildi í Noreg, er grønt, um tú ert annaðhvørt koppsettur, hevur havt koronuvirus seinastu seks mánaðirnar ella hevur fingið eina negativa test innan seinastu 24 tímarnar, skrivar vg.no.

 

Tíðindafundurin í dag snúði seg um, hvussu koronupassið skal brúkast innanlands í Noreg.

 

/ritzau/NTB

 

 

 

 

 

 

 

 Bent Høie, heilsumálaráðharri, segði í dag, at tað koronupassið, sum stjórnin legði fram í síðstu viku, skjótt fer at lata dyrnar upp til kosertir, festivalar og fótbóltsdystir, tá Noreg fer inn í trin 3 í uppafturlatingini. - Foto: Gorm Kallestad/Ritzau Scanpix