Kostar enn hundraðstals arbeiðspláss

Arbeiðsloysið er við sama lag ymsastaðni í landinum og tað er ikki líkt til, at politikarar megna at koma ásamt um at gera nakað munagott við hetta álvarsmál

­ Enn er onki ítøkiligt gjørt fyri at steðga útflutninginum av óvirkaðum fiski. Og hetta kostar framvegis hundraðtals arbeiðspláss á landi í Føroyum.

Í ársfrágreiðung síni á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag, sum er hetta vikuskiftið, fýltist Ingeborg Vinter, formaður í FA, m.a. enn einaferð á, hvussu lítið politikarar gera fyri at koma arbeiðsloysinum til lívs.

­ Arbeiðsloysið er stórt við sama lag í pørtum í landinum. Men tíverri tykist ikki, sum um politikarar koma ásamt um at gera nakað munagott við hetta álvarsmál, segði formaðurin í FA.

Hon segði, at tað tykist, sum um politikarar bara hugsa um, hvussu alt kann miðsavnast í Suðurstreymoy.

­ Tað er ikki gott fyri samfelag okkara, at onki verður gjørt fyri útjaðaraøkini.

­ Tí úrslitið er, at tey, sum flyta aftur til Føroya, flyta aftur til miðstaðarøkið.

Ingeborg Vinther segði, at tað, sum hendir, er, at fólkatalið minkar í teimum plássum, har ið stórt arbeiðsloysi er, tí onki er hjá fólki at flyta aftur til.

­ Eg vildi ynskt, at teir politikarar, sum nú um stutta tíð fara at bjóða seg fram til løgtingsvalið, fara at síggja ta álvarsligu støðu,sum hóttir útjaðaran í Føroyum, og at tað verður førdur ein politikkur, sum ger, at tað fer at bera til hjá útjaðarunum at fóta sær aftur, og sum fer at geva unga fólkinum møguleikar at seta seg niður, eisini á smábygdunum.


Tað almenna skal uppí

Ingeborg Vinther sigur, at tað er púra greitt, at megnar tann privata vinnan ikki at skapa arbeiðspláss kring landið, má tað almenna hjálpa til.

Kortini fegnaðist hon um, at lív er nú komið í aftur í Sandoynni eftir fleiri ára vinnuloysi.

­ Nú er at vóna, at lív eisini kemur í aðrastaðni, har ið tað hevur verið øskukalt í langa tíð.

Hon segði, at hon hevði oftað tað fatan, at fiskivinnan á landi hevur ongan góðan, og at ongin hugsar um tey, sum onki hava at dúva uppá, uttan teir mangan fáu tímarnar, tey av og á fáa á einum flakavirki.

­ Onki ítøkiligt er gjørt fyri at steðga útflutninginum av óvirkaðum fiski.

­ Hetta kostar samfelagið okkara framvegis hundraðtals arbeiðspláss í fiskivinnuni á landi.

­ Hevði hesi fiskurin kunnað verið virkaður í landinum, hevði tað bøtt munandi um arbeiðsloysið úti á bygd.

­ Men tann syndarliga støðan er tíverri tann, at í eini tíð, har fiskiskapurin er munandi vaksin, eru lønarútgjaldingarnar í fiskivinnuni lækkaðar, heldur enn hækkaðar.


Stóðu saman

Ingeborg Vinther fegnaðist annars um samanahaldið ímillum fakfeløgini, táið ætlanin var at skarva av fólkapensjónini, av tí at tað manglaði pengar onkra aðrastaðni.

Hon fegnaðist eisini um samanhaldið, táið ávísir lønarbólkar vórðu tiknir framum aðrar og fingu skattalætta fyri seg sjálvar.

­ Tá stóðu vit saman og vístu á, hvussu skeivur fíggjarlpolitikkurin er og at hann, eftir okkara tykki, fer at føra til eitt nýtt skrædl.

­ Vit mótmæltu hesum, eins og fíggjarfrøðingarnir gjørdu. Okkara boðskapur er púra greiður:

­ Vit hvørki vilja, ella orka at gjalda rokningina fyri ábyrgdarloysið og útgjaringina úr landskassanum einaferð afturat, segði formaðurin í FA.

­ Vit spurdu eisini, um eitt samfelag hevur ráð til skattalætta, táið tað ikki hevur ráð til at geva okkara gomlu og sjuku eina mannsømiliga heimarøkt?

­ Har er alt skorið inn á bein. Tað sama ger seg galdandi á sjúkrahúsunum.

­ Ráð eru ikki til at hava sjúklingar innlagdar. Teir verða útskrivaðir so skjótt, at nógvir hava tørv á serrøkt, táið teir koma heim -men eisini henda serrøkt er skorin inn á bein.

­ Tey lágløntu fáa heldur ongan skattalætta. Tey í ALS fáa heldur ongan. Tey vera bara tveitt úr skipanini, táið teirra dagar eru taldir, og tá hevur samfelelagið í nógvum førum onki annað at bjóða teimum.

­ Hvussu kann tá skattalætti gevast til inntøkur upp á 500.000?

­ Hvør kann verja slíkt? ­ Er ikki fremsta uppgávan hjá fakfeløgunum at verja limir sínar, og tey veiku í samfelagnum, spurdi Ingeborg Vinther.

Hon segði, at hon visti, at mikið rok, eisini innanfelags, hevði staðist av, at FA var ímóti hesum ætlanum, eins og so nógv onnur fakfeløg.

­ Men fólk eiga at hugsa seg væl um og spyrja seg sjálvi, hvat tað er, sum fer fram.

­ Tey, ið veruliga hava hjálp fyri neyðini, verða gloymd.

­ Fakfeløgini hava altíð hildið uppá, at vit skulu hava eitt gott og trygt samfelag fyri allar landsins borgarar.

­ Men so ber tað ikki til at gjara út til høgru og vinstru við skattgjaldarans peningi uppundir hvørt løgtingsval.

­Tað má átalast, at løgtingslimir brúka landskassan at tryggja sær afturval, sigur Ingeborg Vinther.


Enn manglar nógv

Ingeborg Vinther sigur, at niðurstøðan má vera, at enn manglar nógv í, áðrenn vit kunnu siga, at alt er gott og trygt hjá borgarunum í hesum landi.

­ Hartil er arbeiðsloysið alt ov stórt.

­ Somuleiðis manglar nógv í á tí sosiala økinum.

­Stættarmunurin veksur, og munurin ímillum tey vælbjargaði og tey lágløntu er øktur.

­ Og stættarmunurin økist enn meiri, táið landsins stýri geva háinntøkum skattalætta og ikki teimum lágløntu.

Ingeborg Vinther sigur, at ALS skuldi latið 80% av eini tímaløn og ikki eftir tí, ein hevur forvunnið seinastu 12 mánaðirnar, tó í mest 70% av eini tímaløn.

­ Vit kunnu heldur ikki tosa um framgongd í samfelagnum, so leingi heilsuverkið og heimarøktin eru skorin inn á bein.

Tí skal tað takast við størsta fyrivarni, táið summir politikarar tosa um, at nú gongur framá.

­ Tí, sum vit hava ført fram, er so óendaliga skjótt, at vit enda í eini nýggjari kreppum um tað ikki verður stýrt við skili, segði Ingeborg Vinther í ársfrágreiðing síni á aðalfundi í FA, sum er nú um vikuskiftið.

Hon sigur annars, at aðalfundurin í ár er tann fjølmentasti í søgu felagsins við tað, at tvey nýggj feløg eru komin afturat, nevniliga Fjallbrúður í Vági og S&K.

­ At feløg leggjast afturat, styrkir felagið og tað er bara at fegnast um, sigur IngeborgVinther.

Í Sosialinum í komandi viku fara vit at frætta nógv meiri frá aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag.