Koyra aftur báðar vegir á Karlamagnusarbreyt

Tórshavnar býráð hevur samtykt, at tað aftur skal verða loyvt at koyra báðar vegir á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík.

 

– Tað var eitt samt býráð, sum á fundi 30. mai 2024 samtykti at loyva tvívegis bilferðslu á ovasta parti av Karlamagnusarbreyt.

 

Tað skrivar Tórshavnar býráð.

 

Tað hevur annars seinastu árini bara verið loyvt at koyra niðan eftir Karlamagnusarbreyt frá Ingibjargargøtu til Skúlan við Løgmannabreyt, tí bygging er farin fram í økinum. Nú er tó aftur loyvt at koyra báðar vegir.

 

Tórshavnar kommuna fer í heyst at eftirmeta broytingina.

 

##med2##