Koyrandi til Suðuroyar innan 2030

Tað skal verða koyrandi úr Sumba til Viðareiðis áðrenn 2030, segði løgmaður í løgmansrøðuni í Løgtinginum í dag.

 

Løgmaður segði, at seinastu fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin verður lidnar komandi árið – og koyrandi verður áðrenn 2030.

 

- Samferðsla verður ofta lýst sum eitt hart virði, men eg havi hug at bjóða hesum av. At binda samfelagið saman er eisini eitt bleytt virði, tí tað økir sanniliga um bæði trivnað og trygd.

 

- Vit vilja stytta um innlendis teinarnar fyri at økja um møguleikarnar. Tí binda vit nú samfelagið saman við tunlum. Seinastu fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin verða gjørdar komandi ár. Væntandi verður koyrandi úr Sumba til Viðareiðis áðrenn 2030, segði løgmaður.

 

Løgmansrøðan kann lesast her.

 

 

 

Mynd; Suðurrás