Tað var klokkan 15.30 at løgreglan fekk boð um, at tveir bilar vóru stoyttir saman í Trongisvági, har ein persónbilur koyrdi út fyri ein trailara.
– Har var at síggja til eingin fólkaskaði, hóast fólk vórðu send á sjúkrahúsið til kanningar, sigur vaktleiðarin.
Persónbilurin koyrdi út fyri trailaran, og hann fór í spønir, sum vaktleiðarin málber seg. Hann sigur, at bilurin fór sera ill, og at pláturnar vórðu kliptar av honum á staðnum. Trailarin fekk nakað av skaða eisini, tó at hann er munandi størri og at tað tí skal meira til at fáa stóran skaða, enn hjá einum persónbili.
Sutt fyri klokkan 22 í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um frá fleiri, at ein bilur stóð sera óhøgliga parkeraður á Oyggjarvegnum.
– Bilurin stóð við øllum hjólum uttan fyri strikurnar, og tað gjørdi, at ferðslan mátti halda av fyri mótkoyrandi ferðslu, sigur vaktleiðarin. Løgreglan mátti tí finna eigaran fyri at fáa bilin fluttan sum skjótast.
Í Kollafjarðatunlinum steðgaði ein bilur upp í morgunferðsluni í gjár. Løgreglan vegleiddi eigaran, so hann fekk bilin inn á eitt víkipláss.
– Tað er ikki hugsingur um at gera nakað annað har í allari morgunferðsluni, sigur vaktleiðarin.