Koyrdur úr flogfarinum hjá Atlantsflogi

– Og so fór løgreglan eftir manninum

Í gjár vóru boð eftir løgregluni at koma á flogvøllin í Vágum eftir einum ferðamanni. Talan var um ein útlendskan ferðamann, sum skuldi av landinum við flogfarinum hjá Atlantsflogi. Maðurin kom umborð á flogfari, men í flogfarinum var hann so ólátaður, at úrslitið var, at flogskiparin vildi ikki hava hann við á túrinum.

 

Sostatt varð hann koyrdur í land aftur, men á farstøðini dugdi hann sær heldur ikki hógv, so tá vórðu boð send eftir løgregluni. Løgreglan tók mannin, so hann hevur sovið í brummuni í nátt. Løgreglan sigur, at hann slapp út aftur í morgun, so má hann finna út av um hann ger eina roynd aftur í dag at sleppa av landinum.