Koyrilærarar átala

Føroya Koyrilærarafelag hevur hesa viðmerking til eina grein í Sosialinum:

Vit vilja vegna koyrilærarafelagið taka frástøðu frá øllum tí, ið var skrivað um Akstovuna í eini grein 06.02.12. í Sosialinum. Limir felagsins hava sum heild gott samstarv við leiðslu og starvsfólk á Akstovuni.

Ein koyrilærari er kelda til greinina, og fyri okkum sær tað soleiðis út, at greinin er skrivað við tí endamáli, at teir tveir koyrilærarnir, ið eru dømdir fyri at hava svikað við undirvísingini, vilja skáka sær undan ábyrgdini og leggja hana á Akstovuna ístaðin.

Hetta taka vit í koyrilærarafelagnum eisini treytaleysa frástøðu frá, og vilja leggja stóran dent á, at umrøddu koyrilærarar ikki eru limir felagsins.

Akstovan er ein týðandi samstarvfelagið hjá okkum. Vit hava og ynskja framvegis eitt gott samstarv við stovnin.

Limirnir í koyrilærarafelagnum eru: Andrea Isaksen, Benny Ejdesgaard, Birgir Andersen, Hugo Kristiansen, Jari Lykke, Jens P. Rein, Johan Beder, Johan Sjóstein, John Christiansen, Karl Rasmussen, Manni Waag Høgnesen, Mikkjal Hansen, Niels Peter Olsen, Olga Jensen, Ólavur Arge, Rólant Joensen, og Rúni Christiansen.