Tað er eitt fíggjarligt argument, sum liggur aftanfyri lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard, sum biður løgtingið um loyvi at langtíðarleiga eitt havrannsóknarskip.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur í fleiri umførum sagt seg kunna staðfesta, at politisk undirtøka er ikki í samgonguni fyri at seta neyðugu pengarnar av á fíggjarlógini, soleiðis at fiskivinnutjóðin Føroyar kann byggja ein avloysara fyri 35 ára gamla og niðurslitna Magnus Heinason. Íløgukarmarnir eru ov trongir. Pláss er ikki fyri havrannsóknarskipinum á fíggjarlógini næstu árini.
Tí leggur lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum eisini upp til, at løgtingslógin frá juni 2011 um at byggja nýtt havrannsóknarskip fer úr gildi.
Í staðin skal landið leiga eitt nýbygt, spildurnýtt havrannsóknarskip frá onkrum privatum, sum hevur hug og pengar til at byggja eitt slíkt skip. Skipið, sum privati skal átaka sær at byggja, er longu projekterað eftir kravspecifikatiónum frá Havstovuni, og landið hevur higartil brúkt góðar átta milliónir til skipið.
Lógaruppskotið leggur upp til, at landið leigar skipið í upp til 20 ár. Harvið sleppur landið undan stóru íløguni í eitt tílíkt skip, og tí er pláss til aðrar íløgur. Í hvussu er, soleiðis sum landsstýrismaðurin leggur upp til. Men roknskaparkøn, ið Sosialurin hevur biðið meta um leistin, eru sera ivasom.
Stutt sagt leggur leisturin upp til at bróta við grundleggjandi prinsipp í kunngerðini frá 2007 um roknskaparverk landsins. Leisturin brýtur við løgtingslógina frá 2009 um landsins játtanarskipan. Og leisturin brýtur somuleiðis við ta roknskaparkunngerð, sum landið hevur álagt kommununum at reka sítt virksemi eftir. Henda kunngerðin er frá 2008.
Felags fyri alt hetta lóggávuverkið er, at allar útreiðslur skulu takast við í ein roknskap, tá vøran er latin. Tað merkir í ítøkiliga døminum við havrannsóknarskipinum, at roknskaparliga skal øll upphæddin førast inn í fíggjarlógina.
Játtanarlógin ásetir, at fíggjarlógin skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur hjá landinum. Eisini er ásett, at fíggjarlógin skal gerast eftir somu meginreglum, sum eru galdandi fyri landsroknskapin.
Følsk fortreyt
Í viðmerkingunum til sítt egna lógaruppskot sigur Fiskimálaráðið, at uppskotið er gjørt út frá tí fortreyt, at talan er um leigu og ikki um fíggjarliga leasing.
Tað er neyvan av tilvild, at júst hesin setningurin er settur inn í lógaruppskotið. Her roynir Fiskimálaráðið at binda um heilan fingur, soleiðis at leisturin gevur pláss fyri havrannsóknarskipinum í trongu fíggjarkørmunum. Ráðið leggur her upp til, at árliga leigan skal takast við sum ein rakstrarútreiðsla í landsroknskapinum á hvørjum ári í leigutíðarskeiðinum.
Tað merkir við øðrum orðum, at bara ein lítil biti av almennu útreiðsluni til havrannsóknarskipið sæst í senn.
Men her rópa roknskaparkøn varskó. Tí tá landsstýrið bindir seg til at leigar eitt heilt ávíst skip til eitt heilt ávíst endamál í 20 ár, so er í veruleikanum talan um sonevnda ”leasing”.
Sosialurin hevur biðið ein serfrøðing á økinum meta um uppskotið hjá Fiskimálaráðnum:
- Eg meti, at tað eru fleiri viðurskifti, sum benda á, at talan er um fíggjarliga leasing, sigur Jørmann Petersen, statsaut. revisor hjá grannskoðarafyritøkuni Januar, sum í aðrari grein her á síðuni vísir á fleiri viðurskifti, sum byggja undir hesa meting.
Tað kann vera freistandi hjá einum myndugleika við avmarkaðum pengakassa at royna kreativar mátar at fíggja sítt virksemi og sínar íløgur. Millum annað tí hevur Fíggjarmálaráðið tryggjað sær, at kommunurnar kring landið ikki fíggja sínar verkætlanir alternativt, eitt nú við at lata onnur gjalda í fyrsta umfari og so gjalda aftur í smáum bitum. Í roknskaparkunngerðini fyri kommunurnar frá 2008 verður staðfest, at fíggjarlig leasing skal verða tikin við í roknskapin við nútíðarvirðinum sum ein útreiðsla og sum ein skuld.
Tað merkir til dømis, at ein kommuna kann ikki lata ein privatan byggja eina havn ella ein skúla fyri 100 milliónir krónur fyri síðani at binda seg sjálvan til at leiga hetta aftur fyri eitt lutfasliga lítið krónutal í eitt langt áramál. Øll útreiðslan av havnini ella skúlanum skal inn í kommunala roknskapin, soleiðis at hesin vísir eina rætta mynd av fíggjarstøðuni. Eitt nú um kommunan reelt skyldar meira enn eina álíkning.
Men roknskaparkøn, sum Sosialurin hevur biðið hyggja eftir lógaruppskotinum hjá Jacob Vestergaard, halda, at her ger landsstýrið júst tað sama. Talan er um eina roynd at fjala eina veruliga útreiðslu, soleiðis at fíggjarlógin sær penari út enn hon eigur.
FAKTA:
Sambært lógaruppskotinum fær landsstýrismaðurin heimild til at leiga skipið í 20 ár fyri í mesta lagi 12 milliónir krónur um árið. Harumframt fær landsstýrismaðurin heimild til at brúka í mesta lagi 13 milliónir krónur um árið til rakstur av skipinum.
Lógaruppskotið leggur eisini upp til, at landsstýrismaðurin í avtalu við privata reiðaran skal tryggja sær rættin til at keypa havrannsóknarskipið. Verður tað aktuelt at keypa, so skal løgtingið tó geva materiella og fíggjarliga heimild til tað.
FAKTA:
Løgtingslóg nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan
§ 3. Fi?ggjarlo?gin skal fevna um allar inntøkur og u?treiðslur landsins og vera grundað a? veruleikakendar vo?nir og so hollar ætlanir sum til ber um inntøkur og u?treiðslur i? fi?ggjara?rinum.
Stk. 2. Fi?ggjarlo?gin skal verða ætlað eftir somu meginreglum, sum eru galdandi fyri gerð og uppsetingini av landsroknskapinum, sambært lo?g um landsins almenna roknskaparhald v.m.
Kunngerð nr. 22 frá 14. mars 2007 um roknskaparverk landsins
§ 13. U?treiðslur og inntøkur, sum stava fra? vørum og tænastuveitingum, skulu verða skra?settar, ta? ið tær eru latnar.
Kunngerð nr. 89 frá 15. oktober 2008 um roknskaparverk kommunanna
§ 13. Útreiðslur og inntøkur, sum stava frá vørum og tænastuveitingum, skulu verða skrásettar, tá ið tær eru latnar. ?
Stk. 10. Fíggjarlig leasing skal verða tikin við í roknskapin við nútíðarvirðinum sum ein útreiðsla og sum ein skuld. Tó kann operationel leasing útreiðsluførast so hvørt, um talan er um seramboð til løgur, ella talan er um ótýðandi upphæddir.