Bretskir stríðsvognar fara at brenna í Ukraina

Talsmaðurin hjá Kreml sigur, at tað var ikki Russland, sum stóð aftanfyri álopið á íbúðarbygningin í Dnipro, har fleiri enn 30 sivilfólk lótu lív, og mong vórðu løstað.

Stjórnartalsmaðurin í Russlandi, Dmitrij Peskov, sigur, at stríðsvognarnir, sum Bretland ætlar at senda til Ukraina, fara eins og aðrir at brenna.

 

Tað var leygardagin, at Bretland boðaði frá, at landið fer at senda 14 stríðsvognar av slagnum, Challenger 2, til Ukraina, umframt aðra hernaðarútgerð.

 

Dmitrij Peskov sigur, at hesir stríðsvognar fara ikki at broyta støðuna á hermótinum í Ukraina.

 

Talsmaðurin hjá Kreml sigur eisini, at tað var ikki Russland, sum stóð aftanfyri álopið á íbúðarbygningin í Dnipro, har fleiri enn 30 sivilfólk lótu lív og mong vórðu løstað.

 

Hann sigur, at tað var ein ukrainsk loftverjurakett, sum rakti íbúðarbygningin.

 

Dmitrij Peskov sigur eisini, at eingin ósemja er milum leiguhermenninar í Wagner-herinum og russiska verjumálaráðið, soleiðis sum fleiri tíðindamiðlar seinastu tíðina hava ført fram.

 

Tað er NTB, sum ber hesi tíðindi frá útlendskum tíðindamiðlum í dag.

 

##med2##

 

 

 

Dmitrij Peskov sigur, at tað var ein ukrainsk loftverjurakett, sum rakti íbúðarbygningin í Dnipro.