Tað hevur elvt til ávísa øsing, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur kallað russiska forsetan óðan í høvdinum.
Hetta hevur hann gjørt í samband við ógvusligu russisku álopini á Ukraina seinastu tíðina, har fleiri fólk hava ligið eftirá.
- Eg veit ikki, hvat er galið við honum. Hann sendir rakettir móti býum og drepur fólk, og hetta dámar mær ikki, sigur amerikanski forsetin.
Nú svarar Kreml upp á útsagnirnar hjá Donald Trump, har hann kallar russiska forsetan óðan í høvdinum, men útsagnirnar úr Kreml eru fátæksligar og lítið ítøkiligar.
- Tað er ein ávís kenslulig yvirvekt í hesi avgerandi tíð, siga tey í Kreml í einari fráboðan um útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum.
Reuters endurgevur Kreml fyri at siga, at tey í Russlandi eisini takka Donald Trump fyri at hava sett gongd á nýggjar friðarsamráðingar við Ukraina.